Tey gomlu sótu á torvkassanum

Anna við Geil omma mín.

Tað meg minnist frá mínum uppvøkstri er so nógv broytt frá tí eg var barn og til í dag, ja lívið er ikki at kenna aftur frá tí tíðini sum meg minnist til.

Eg sum eri fødd í 1946 og uppvaksin í Porkeri, sum um tað mundi var ein lítil bygd minnist frá eini heilt aðrari tíð, enn tann tíðin vit nú liva í.

Í mínum barnaheimi var ongin tøkni av nøkrum slag, tí vit høvdu onki ravmagn, eg man hava verið umleið 7 ára gomul tá ravmagn kom til Porkeri.

Vit høvdu lampur at lýsa við, og sum oftast var tað ein stór lampa í køkinum, Aladdin lampan bleiv hon rópt. Við tí vánaliga ljósinum frá teirru lampuni bleiv alt arbeiði innan dura gjørt, so sum at matgera, nappa, karða og spinna. Tá ullin var spunnin til tógv bleiv hon bundin av røskum kvinnuhondum, hendur sum ongantíð vóru tómar, men altíð vóru upptiknar av einum hvørjum.

Eg havi so ongantíð sæð ein mann binda, men sjálvandi kann eg ikki siga um nakrir menn hava gjørt tað. Nei tað meg minnist, so spunnu mennirnir, meðan kvinnurnar sótu so hugagóðar og bundu.

Ein torvkassi stóð altíð beint við tann heita komfýrin, og á tí bonkinum sótu tey eldri í familiuni, sum oftast við einum kaffikoppi í aðrari hondini og einum sukurmola í hinari. Kvinnurnar sum sótu har høvdu sum oftast stokkar í hondini.

Eg havi eisini ofta sæð tvær kvinnur sita inni og binda av sama buli, tað var mest tí tær skuldu hava troyggjuna lidna sum skjótast, kanska skuldu menninir til skips og skuldu hava troyggjuna við.

Tað kann ikki altíð hava verið lætt at binda í ljósinum frá Aladdin lampuni, men gjørt bleiv tað uttan nakað jnarr, tá í tíðini kendi ongin til annað, í hvør fall ikki har eg vaks upp.

Tey flestu húsini brendu bert torv, og torvkassin bleiv fyltur við torvið, so hann ikki bleiv tómur. Komfýrurin mátti ikki slókna tí hann bleiv brúktur allan dagin, báði til varma, men eisini at matgera við. Á torv kassanum var sera væl dámt at sita, tí har var altíð heitt. At síta har má hava verið sera gott fyri tey ofta gigt plágaði fólkini, varmin frá komfýrinum má hava gjørt teimum gott.

Meg minnist ofta, at tey gomlu bæði kvinnur og menn gingu boygd framyvir, so tey mugu hava vera sera nógv plágaði av gigt, men eg hoyrdi tey ongantíð klaga um, at tey høvdu ilt, men ilt mugu tey hava havt.

Fyrst meg minnist brendu vit bert torv, men seinni fóru vit at brenna kol eisini, og tá stóð ein spann full av koli á gólvinum við komfýrin.

Seinni tá ravmagn var lagt inn í húsini, man alt hava gjørst nógv lættari, tí tá sloppu tey frá teim ofta osandi lampinum. Men í flestu húsum var bara eitt einasta ljós undir loftinum, og ein stikkontakt á vegginum Tað var ikki brúk fyri meir, tí ongir aðrir hentleikar vóru enn ljósið. Heima hjá okkum gingu fleiri ár áðrenn frystiboks, vaskimaskina, dustsúgvari og el komfýrur kom í húsið.

Eg síggi fyri mær báðir mammubeiggjarnar hjá mær koma inn á gólvið, síggi teir sita á torvkassanum við einum kaffi koppi í aðrari hondini og einum sukurmola í hinari, har sótu teir fleiri ferðir um dagin, alt meðan teir tosaðu við okkum børn og mammu.

Hetta eg her skrivi er bert eitt minni sum kom fram fyri meg, eitt minni um hvussu hugnalugt tað var at sita í ti heita køkinum og síggja tey eldru sita á torvkassanum. Ja torvkassin er søga í dag, men hann er ein partur av okkara mentan.

 

Selma Sandá 28 September 2019

Om selmasanda

Eg búgvi í Vági. Mær dámar væl at skriva søgur og annað. Nú royni eg uppá hendan mátan at deila søgurnar við onnur.
Dette indlæg blev udgivet i Uncategorized. Bogmærk permalinket.

Skriv en kommentar