Einsamøll eg siti

1.Einsamøll eg siti her,

mín elskaði er ei meir í hesi verð,

aldrin ein annan mann,

havi eg elska enn hann.

2.Tá hann tók meg í sín favn,

eymt teskaði mítt navn,

tá tonkti eg ei uppá,

at hann mær skuldi blíva rivin frá.

3.Tað síðsta kvøldið segði hann við meg,

góða sum eg elski teg,

skipið liggur klárt,

sigla vit skulu í nátt.

4.Eg tonkti ei uppá,

at eg aldrin aftur skuldi hann sjá,

hann tók meg í sín favn,

góða vit koma skjótt aftur í havn.

5.Men eina myrka ódnarnátt,

havið kravdi sítt offur brátt,

eitt óløgið yvir skipið breyt,

brátt mín elskaði á sjónum fleyt.

6.Nú siti eg einsamøll,

fyri mær er burtur gleðin øll,

hvíl í friði vinur mín,

aldrin teg gloymur genta tín.

                             S. S.1982