Guds undir okkara verð

Lotið kínir meg um ennið so blítt,

upp úr mold sprettir lívið uppá nýtt,

hoyrir tú vársins káta song,

sum ljóðar so fagurt um grønu ong.

 

Nú vaknar úr dvala lívið uppá ný,

tá gleðast øll í bygd og bý,

summari fyri durum stendur skjótt,

og aftur kemur tann ljósa nátt.

 

Sólin frystu sál aftur verma man,

og sólareyga hvørt mannabarn fann,

hygg teg um hvussu vakurt alt er,

Guds stórbara undur, okkara verð.

 

Selma Sandá 20 Apríl 2020