So stokkut gleði

1.Heimsins gleði so stokkut er,

Alt ov skjótt vera vit kallaði úr verð,

Vit vita ei hvussu nógvur dagar vit fáa,

Har sleppa vit mannabørn ei at ráa.

2.Gud hevur okkara dagar talt,

Fyri honum fáa vit onki fjalt,

hvar vit eru foldini á,

Guds eyga altíð okkum man sjá.

3.Tá Gud kallar okkum á,

So mugu vit akta og fara foldini frá,

Heima hjá Gudi vit búgva tá,

Har er friður og gleði at fá.

4.Aftur vit møta øllum teim,

Sum undan okkum fóru heim,

Aldrin skiljast vit aftur tá,

Ongantíð fara tey okkum aftur frá.

Selma Sandá 17 Desembur 2023