So ljós gjørdist verð

Sólin skínir so fagurt Himli frá,

so glað gerast bæði stór og smá,

veturin myrki skjótt gloymdur er,

tí so ljós gjørdist okkara verð.

 

Á bønum gongur ein ær,

tvey lomb hevur hon hjá sær,

tey spela um bøin so glað,

njóta góða lívið í denna dag.

 

Fyri lombunum er lívið ein fest,

tey vita ei, tey hanga í onkrum hjalli í heyst,

tey gleðast yvir lívið her og nú,

tað sama skuldu vit gjørt eg og tú.

 

Fyri lombinum kann lívið gerast so stutt,

áðrenn tey vita av, kann tað verða slutt,

okkara lív kann eisini enda so brátt,

at áðrenn vit vita kann gerast nátt.

 

Ger sum lombini njót lívið í dag,

i morgin kann vera vent lívsins blað,

liv lívið meðan tú enn er her,

livandi í okkara so føgru verð.

 

Selma Sandá 06 Mai 2019