Í Himlinum er gott og trygt

Tá mín dagur aftnar niðri her,

og eg skal fara úr hesi verð,

Gud í fylgi við mær verð tá,

so eg trygt til Himmals kann ná.

 

Í Himlinum er gott og trygt,

tí Gud sjálvur hevur alt har bygt,

æviga hvíld skal eg fáa tá,

Guds einglar eru mær altíð hjá.

 

Øll tey eg syrgdi niðri her,

teim møti eg aftur í nýggju ver,

eingin skilnaður verður tá,

bert gleði og sælan frið skal eg fá.

 

Selma Sandá 04 August 2019