Besta spælipláss

Tá eg var barn var okkara besta spælipláss tann stóra áin og umhvørvi har sum eg búi. Vit spældu úti dagin langan, líkamikið hvussu veðrið so var. Men bleiv tað ov nógv regn, so fóru vit inn til onkra av gentunum at spæla. Vit reiggjaði í kjallarinum, antin okkara kjallara ella tann hjá vinkoninum. Vit høvdu ikki keyptar reiggjur, nei reiggjan sum vit høvdu var bundin upp av togi, og til setur brúktu vit posar, tað var grovur posar, sum vit funnu onkrastaðna, vit hava nokk ikki veri so sartar tá.

Eisini spældu vit við dukkur ella við dukkulisur, dukkulisur var pappírs dukkur av hørðum pappí og vit átti klæðir til ter, ella gjørdi vit klæðini sum vit kliptu úr pappíri. Man kundi keypa dukkilisurnar úr handlinum. Men eg fekk onkuntíð dukkulisur  frá mostur, tí hon keypti altíð Familie Journalen og har var onkuntíð slíkar dukkilisur við í blaðnum.

Tá vit spældi inni, so spældu vit ofta at krógva lykul, men mamma dámdi ikki at vit tóku lykilin úr úthurðini at spæla við, hon segði, at vit kundi forkoma honum.

Úti spældu vit ymisk spøl, krógva blunda, síðsta, hoppa band, vit spældu eisini haldi vit kallaði tað rundbólt. Og eitt spæl sum vit eisini spældi var at heisa flagg, men hvørja fer vit spældu tað spæli so kom klandur í, so vit rópti tað bara fyri klandurs spæli.

Vit loftaði eisini upp eftir onkrum húsum, og vit royndi okkum hvussu nógvum bóltum vit kláraði at lofta við. Tað meg minnist so kláraði fleiri av gentunum at lofta við nógvum bóltum, kanska fýra fimm boltum í senn. Vit spældu eisini hennover, tá kastaðu vit ein bólt upp um eitt tak, so stóð ein genta og tók bóltin tá hann kom niður, meðan ein onnur kastaði bóltin frá hinari síðuni.

Eitt annað sum vit dámdu so gott at spæla við tað var figurðar, vit kastaðu teir upp eftir einum veggi, so spannaði vit við fingrinum tá figururin kom niður aftur, tað galt um at spanna longst, tí so vann man, tey sum vóru heppin kundu vinna nógvar figurar. Figurarnir keyptu vit úr handlinum tað vóru ørk av plastikk figurðum sum ikki kostaði nógv. Vit brúktu eisini høsnaringar, tað vóru rundir ringar sum blivu koyrdur um beini á hønum, tí blivu teir róptur høsnaringar, hví minnist eg ikki, teir riggaðu gott at spæla við.

Drongir vóri eisini við til nógv spøl vit spældu helst bóltspøl, eisini hoppaðu vit band, tá kundi drongir vera við. Og tað vóru báði drongir og gentur í stórá, og vit gentur royndu at fanga síl við berum hondum, meðan drongirnir fangaði állar eisini við berum hondum. Ofta fingu vit báði síl og állar. Mamma stókti sílini til okkum, men állarnir vildi hon ikki at vit skuldu eta, hon segði, at teir líktust slangum.

Vit vóru eisini ofta í svimjihylinum, men eg dugdi ongantíð at svimja, tordi ikki at fara út í tað djúpa, so eg vassaði bara í tí grunna, og tað lærdi eg ikki at svimja av. Fekk mamma at vita at vit vóru farin í svimjihylin, so kom hon eftir okkum og rak okkum heim, hon segði, at ein genta var einaferð drukna í svimjihylinum, men tað var so langt  áðrenn vit blivu fødd, so vit lurtaðu ikki eftir henni og fóru aftur til svimjihylin.

Drongirnir sildi ofta við bátum sum teir ella onkur maður í familiuni hevði gjørt teimum, tað vóru bátar sum teir teldu við einum dálki, onkuntíð hevði onkur seyma teimum segl á bátin, so sildi teir við tí primitiva heimagjørda bátinum. Onkuntíð fóru drongirnir niðan á vøtnini í haganum oman fyri Porkeri, og har sildu teir við bátum á einum av teim stóru vøtninum. Vit gentur fóru eisini við sjálvt um vit ongan bát høvdu at sigla við, nei vit hugdu eftir og hugnaði okkum annars har.

Vit plukkaði eisini ber í haganum, tey blivu rópt fyri krákuber, hví veit eg ikki, berini vóru svørt  og tey smakkaðu væl at eta, eg hevði eina krukku við sum eg koyrdi berini í. Tá vit komu heim mosaði vit berini við sukuri, so setti vit okkum á trappina at eta tey mosaði berini.

Eisini ótu vit kvonnur, eg og vinkonan sótu á trappini hjá okkum og vit høvdu eina sukurskál framman fyri okkum sum vit dippaði kvannurnar í. Mamma ávaraði okkum altíð, hon segði, at hvis vit ikki vaskaði munnin so fingu vit kvannsár. Tað var so mangan at vit gloymdu at vaska okkum um munnin og so fingu vit kvannsár sum píndi sera illa, so betur var um vit høvdu lurta eftir.

Vit vóru eisini altíð við tá seyður bleiv rikin í rett, fyri at klippa ullina av. Men eg gjørdi ikki stóran mun har, tí best dámdi eg og onkrar aðrar gentur at klatra í hamarinum og plukka hjálpirøtur. Eisini reikaðu ogur runt um í haganum, og eitt meg minnist er ternurnar sum stoytti seg og rendi nevi hart niður í høvdið á mær, ternan hevði so spískt nev, at vit fingu so sera ilt sjálvt um vit høvdu húgvið á høvdinum. Ternan vardi bara sítt reiður, hon kundi ikki vita, at vit ikki gjørdi okkum inn á hennara reiður.

Tað var altíð stuttlugt at vera við til røkstur, tí nógv fólk var saman komi har báði kvinnur, menn og børn. Altíð høvdu tey mat við og tað var so hugnalugt at seta seg niður at eta.

Eisini vóru vit við til at røkta torv í haganum, men tað dámdi mær onki, tí eg fekk altíð torvmold í eyguni, heldur ikki har gjørdu vit børn nógva nyttu, vit vildu heldur fara í tað stóru ánna sum rann har og fanga kombikk. Tó eitt sindur hava vit nokk hjálpt til, men torvmoldin hana vildi eg veri fyri uttan.

At hoyggja tað tímdi eg ongantíð, men eg mátti við út á bøin. Hvørja fer tey høvdu raka eina stóra hoyrúgvu saman, so setti vit okkum í hana, og tað nýturkaða hoyggi luktaði so gott, so tað var so hugnalugt at sita í rúgvuni, men nei tað sloppu ogur ikki til, tí ogur trýsti hoyggi niður í bøin og tað bleiv ikki dámt. Men at rista hoyggi í hoyløguni tað var eisini hugnalugt, og vit velti okkum eisini í tí væl angandi hoynum, sum vit høvdu rist.

Tá eg var barn var ofta kavi ja stórkavi, fannirnar vóru sum oftast so djúpar at man kundi gera kavahús í teimum, og kavin lá eisini nógv longri enn hann ger í dag, og hann var so beinfrystur at vit saktans kundi tendra stearin ljós inni í kavahúsinum uttan at húsið smeltaði. Meg minnist eisini at tað kom ofta fyri, at tá vit skuldu lata úthurðina upp um morginum, so var ein heil kavafonn uttan fyri, so vit máttu fara út gjøgnum kjallara hurðina, og so skumpa kavan burt frá úthurðini so vit fingu gingið gjøgnum hana. Tá kavi var so skreiddu vit altíð, vit áttu ikki ter sleturnar sum tey eiga í dag. Fyrsta sletan eg minnist meg at hava átt var ein sletuhestur. Gubbin hevði gjørt sletuhestin, og hann minti nakað um ein gyngihest, líka mikið vit skreiddi á honum, gekk hann ikki nóg gott, so smurdu vit grønsápi á zinki sum var undir gangarnum, so gekk hann av tí besta. Seinni fingu vit eina róður sletu sum mamma hevði keypt, men eg og beiggi mín skuldi deilast um hana, tí vit fingu bara teirri einu. Vit skreiddu sum oftast í hólabrekkuni sum var ein sera brøtt brekka og tað gekk við fúkandi fer líka heim um rundingin, tá kundu vit saktans skreiða har, tí tá í tíðini vóru so fáir bilar. Seinni tá eg bleiv eitt sindur eldri, tá skreiddi vit heim eftir koyrivegnum og gjøgnum skemmutúnið.

Veðrið er so nógv broytt bara í mínari livitíð, at tað er ikki til at kenna aftur. Tá eg var barn var tað stórur munur á summari og vetri. Summari var nógv betri enn tað er nú, vit gingu við berum beinum og ørmum alt summari, men veturin var eisini nógv harðari enn hann er nú, so tað var stórur munur á summari og vetri.

Tá eg bleiv eitt sindur eldri tá var tað kaiun og mølin sum bleiv okkara spælipláss, vit reikaðu runt frá kaiuni og eftir mølini, og  har funnu vit uppá alt býtt, sum eg ikki skal koma inn uppá her.

Vit høvdu onga tøkni sum tey hava í dag, og facebook hevði ongin hoyrt um, vit høvdu hvørki teldu, telefon ella nakra aðra tøkni.

Hetta eg skrivi her er bert eitt lítið minni frá mínum barndómi, eg kundi skriva so nógv meir, men eg má heldur steðga her.

Selma Sandá 24 Mai 2021