Lítla orði mangatakk

Hví siga vit ikki altíð manga takk, tá vit reisa okkum frá borðinum eftir at hava eti.

Ja  hví gera vit ikki tað. Onkur fer ikki frá borðinum uttan at siga manga takk, ella siga tey bara takk fyri matin, meðan onnur bara reisa seg frá borðinum uttan at siga nakað.

Tá eg eti heima hjá mær sjálvum ella hjá mínum næsrmastu so sigi eg sjáldan manga takk, ja hví geri eg ikki tað. Tað skuldi verið ein sjálvfylgja at siga takk fyri matin. Tá eg eti úti hjá fólkið sum eg ikki komið so nógv saman við, so royni eg altíð at minnast til at siga manga takk tá eg reisi meg frá borðinum.

Tað eru ikki øll sum eru so væl fyri sum vit í okkara landi, at kunna takka fyri matin, tí tað eru nógv fólk sum ongan mat eiga at takka fyri, tey høvdu nokk verið so takksom fyri at fingið ein bita, at tey høvdu takka fyri hann.

Sum børn blivu vit vand til at siga manga takk, tá vit reistu okkum frá borðinum, so hví gloymdi eg tøkkina eftir at eg bleiv vaksin, ja hví veit eg ikki.

Manga takk er eitt lítið orð sum er lætt at siga, so tað skuldi verið ein sjálvfylgja at sagt tað. Men vit menniskjur hava ofta so nógv at gera, at vit skullu skunda okkum til eitt hvørt. Tí verður ofta gloymt at siga manga takk fyri matin, og tí reisa vit okkum bara frá borðinum og skunda okkum avstað, til tað sum vit nú einaferð skullu náa.

Hetta er bara ein lítil tanki sum kom til mín.

 

Selma Sandá 17 Oktober 2019