Ver mær altíð hjá

1.Mítt hjarta bankar fyri tær,

Tí eg havi teg so kær,

Ongan annan enn teg,

Elska kann eg.

2.Góði far mær aldrin frá,

Ver mær altíð hjá,

Hvørt eitt skritt fylg tú mær,

Tín hond er mær altíð nær.

3.Í tínum ørmum eg hvíli so gott,

Um tað er dagur ella nátt,

Halt tú fast um meg,

Góði tað biði eg teg.

Selma Sandá 15 Novembur 2022