Aldrin einsamøll

1.Eg eri glað fyri lívið hvønn dag,

Glað fyri alt tað góða,

Sum Frelsarin mær gav,

Einaferð skal eg sigla yvir lívsins hav.

2.Ikki hevur mítt lív altíð veri lætt,

Men Gud fór mær aldrin frá,

Líka mikið hvar eg stødd var,

So var Guds andi mær altíð nær.

3.Gud eg takki tær av hjarta,

Tí burt tú tók alt tað svarta,

Heimurin ikki altíð góður er,

Tá leiður tín hond meg niðri her.

4.Einsamøll aldrin eri eg,

Gud tú sendi tín eingil at verja meg,

Góði Gud eg takki tær av hjarta,

Takki tær tú burtur rak alt tað svarta.

Selma Sandá 09 Juli 2023