Ber meg heim

Ber meg heim Frelsari mín,

ber meg heim til Himmal tín,

tann dag er fari foldini frá,

lat meg búgva heima hjá tær tá.

 

Tá mítt lív enda er á fold,

og eg leggjast skal í mold,

lat tá einglarnir bera meg heim,

til Himmalins gleði og gleim.

 

Lat meg tá fyri alla tíð,

búgva tí fagra Himlinum í,

lat meg hvíla trygt hjá tær,

Frelsari mín verð mær nær.

 

Selma Sandá 25 Juni 2018