Ganga á Himmalsku strond

1.Mín elskaði er ei meira her á fold,

tey løgdu hann niður í mold,

aldrin aftur skal eg her niðri fá,

hansara vøkru eygur at sjá.

2.Deyðin tók hann frá mær,

aldrin fái eg ein annan kær,

sjálvt um eg ikki kann honum ná,

so er hann mær altíð hjá.

3.Men einaferð skal eg hann aftur sjá,

heima hjá Gudi møtast vit tá,

tá skulu vit aldrin skiljast meir,

og aldrin skulu fellast tár fleir.

4.Gud skal av kjálkum turka hvørt tár,

og lekja øll tey bløðandi sár,

har ganga vit bæði hond í hond,

heim eftir tí himmalsku strond.

                             S. S.1989