Fyri Guds tróni stá

Ein dag skal eg fyri Guds tróni stá,

tann dag tá eg eri farin foldini frá,

heima hjá Gudi tá mín búðstaður er,

liva tá skal eg í einari nógv betri verð.

 

Har verða ei nakrar freistingar meir,

tí Harrin Jesus burtur tekur teir,

mínar syndir eru hvítar sum snjó,

vaskaðar tær eru við Frelsarans blóð.

 

Heima hjá Gudi er bert gleði og gleim,

Gud sjálvur tekur síni frelstu øll heim,

har skullu vit búgva í æviga tíð,

og enda er alt okkara foldar stríð.

 

Selma Sandá 03 Mai 2019