Tá okkara stríð endar

1.Tað lýsur fyri degi brátt,

Burtur hvarv tann myrka nátt,

Upp til dagsins strev og stríð,

Vit fara uppá ný.

2.Dagurin rennur so skjótt,

Brátt verður aftur nátt,

Náttin er til at hvíla í,

So tú orkar dagsins strev og stríð.

3.Takk Gud fyri dag og nátt,

Alt hevur tú gjørt so gott,

Takk Gud fyri alt tú okkum gav,

Fylg okkum seinastu ferð yvir lívsins hav.

4.Tá okkara stríð endar á fold,

Og vit blíva løgd niður í mold,

Reis tú okkum upp tann eina dag,

At liva ævugt í tínum stað.

Selma Sandá 26 Desembur 2023