Tey duldu tárini

Eg havi gráti nógv í mínum lívið, tí eg havi mist fleiri sum stóðu mær nær, ja fleiri sum eg var góð við og sum tað var so ringt at missa

Sjálvandi græt eg tá mamma og pabba doyði, og eg tonki ofta uppá tey enn, ja tey liva í minninum,  men tey vóru gomul, so eg vil siga at tað er natúrans gongd at gomul fólk doyggja, sjálvt um tað altíð er svárt at missa, og tað er altíð svárt at missa foreldrini. Minnist eisini onnur sum vóru sum húsfólk heima hjá okkum í Porkeri.

Nítian ára gomul misti eg mítt fyrsta barn eina gentu, sum bert livdi í 8 tímar, og tá græt eg, men tað var í loynd, eg græt helst um náttina, tí eg vildi ikki nakar skuldi hoyra meg gráta. Eg græt í loynd tí øll søgdu við meg, at eg mátti gloyma og koma víðari. Men hvussu skal man gloyma eitt barn sum man hevur borið og føtt, nei tað er alt annað enn lætt. Eg var so ung og eg tordi ikki at vísa mínum nærmastu at eg græt, so eg græt so manga náttina av sorg um mítt deyða barn, sum eg aldrin fór at síggja aftur. Maður mín var ikki heima, hann var til skips, so hann kundi ikki ugga meg í sorgini. Eg skilti ikki hvussu Várharra kundi taka barnið frá mær, so eg var nokk eisini ill inn á sjálvan Gud, ja sjálvt um eg visti at tað var skeivt.

Eg kom víðari í lívinum og fekk onnur børn, men so fekk eg tað næsta slagið, tá maður mín doyði. Vit høvdu verið gift í 41 ár, tá hann fekk kreft í heilan, og doyði eftir eina harða sjúkralegu, sum vardi tað mesta av einum ári. At síggja hann liggja kaldan í kistuni var frygtelugt, og so at síggja kistuna blíva søkta niður í moldina, eg kann bara ikki siga frá hvussu ræðulugt tað var, aftur komu tey duldu tárini fram, tí eg græt næstan hvørja nátt, tá eg lá einsamøll í songini, ja einsamøll inni í húsinum, tað var ikki stuttlugt. Haldi at eg ofta væntaði at hann kom aftur, ja sjálvt um eg visti, at ongin kom aftur sum deyður var, aftur komu tey duldu tárini, eg græt meg í svøvn so manga nátt.

Nøkur ár eftir at  Páll var deyður, misti eg mína bestu vinkonu, ja mína barndóms og ungdóms vinkonu, hon doyði eisini av kreft. Aftur komu tey duldu tárini og eg græt tí eg saknaði hana, saknaði at tosa við hana, og at fáa vitjan av henni.

Men eg mátti liva víðari, og nøkur ár seinni kom eg saman við einum so fittum manni Vilhelm av Strondum, ja eg var so góð við hann og hann við meg, og vit væntaðu, at vit skuldu vera saman restina av lívinum. Nú kom smílið fram ístaðin fyri tey duldu tárini. Men aftur spældi nornan mær eitt puss, eitt puss sum eg hevði ringt við at yvirvinna. Vilhelm fekk eisini kreft, móðurmerkja kreft sum var ein so ring kreft, at hann doyði eftir bert hálvum øðrum mána. Aftur stóð eg har og skilti ikki hvussu Gud fyri aðru ferð kundi taka mannin sum eg var so góð við frá mær, ja eg hevði allar besta hug at fylgja honum eftir, tí hvat hevði eg at liva fyri, tá eg bara skuldi missa, men eg var noydd at liva, og eg tonkti uppá míni børn og ommubørn, langommu børnini vóru ikki fødd tá, tey komu seinni til.

Eg havi so mangan befalla kreftina niður og norður, ja eg havi ynskt hana langt vækk frá mær og mínum.

Aftur lá eg einsamøll í mínari song og græt, græt sum hjarta skuldi brósti. Aftur komu tey duldu tárini fram, tí eg vildi ikki at nakar skuldi síggja at eg græt, ja eg syrgdi í langa tíð eftir at hann doyði. Hví eg var so býtt at goyma at eg græt, at gráta sigust at hjápa, tá man hevur mist ein kæran.

Nøkur ár eftir at Vilhelm doyði traff eg aftur ein mann sum eg bleiv góð við, og vit eru saman enn hann var einkimaður og eg var einkja, so vit hava tað gott saman og eg hopi og biði til Gud um, at eg fái loyvi at behalda hann.

Eg eri blivin sjúk av onkrari sjúku sum er kronisk, og tað má eg læra meg at liva við. Tummas J hjálpur mær so nógv, er alla tíðina hjá mær, og tað fái eg ikki takka honum nokk fyri.

So nú hopi eg bara at tey duldu tárini ikki koma fram aftur, hopi at vit fáa lov at liva nøkur góð ár saman.

Eg trúgvi at ikki ein fuglur fellur til jarðar uttan tað er Guds vilji, alt sum hendur er vilji Guds, tað havi eg asseptera, og eg veit, at eg einaferð tá mítt lív er enda, ja tá skal eg aftur síggja øll míni kæri sum eg misti niðri her.

Hetta eg skrivi her er frá mínum egna lívi, einum lívi sum eg havi liva uppá ónt og gott.

Hví eg var so býtt at goyma fyri øllum at eg græt skilji eg ikki nú hvar eg eri blivin eldri, og eg kann bara siga at tað er ongin skomm at gráta.

Selma Sandá 20 Oktober 2021