Aldrin aftur

1.Oman fyri skýggini har er hann,

eg einaferð ynskti mær til mann,

aldrin skal eg hann aftur sjá,

hann býr handan skýggini blá.

2.Tey løgdu hann niður í mold,

einsamøll eg livið eftir á fold,

ein fold sum er so trist og grá,

tí einsamøll eg liva má.

3.Góði Gud hví tókst tú hann,

tann einasta sum eg elska kann,

aldrin aftur verið eg glað,

tí følna er mítt lívsins træ.

                             S. S.