Guds tryggi Himmal

Gud halt tað ónda langt mær frá,

og lat meg tína náðis gávu fá,

um eg enn falli so reis tú meg,

leið meg inn á tann rætta veg.

 

Jesus tú fyri meg deyðan leið,

til tína náði vil eg ikki siga nei,

minn meg altíð á Golgatha træ,

har tú hekk tann langa myrka dag.

 

Lat ongantíð hin ónda meg ná,

alla tíð halt hann mær langt frá,

tá Jesus við mær á ferðini er,

so trygg eg gangi niðri her.

 

Heima í Himlinum har er trygt,

tí tað húsið hevur Gud sjálvur bygt,

góði Gud tann dag eg fari herfrá,

lat meg heima hjá tær lenda tá.

 

Opna Himmalportrið fyri mær,

bjóða mær at verða vælkomnan har,

lat meg tína náðins gávu tá fá,

og fyri alla tíð búgva tær hjá.

 

Selma Sandá 25 Apríl 2020