Frelsaran sjá

Tann dag eg fari foldini frá,

guds einglar bera meg heim tá,

heim til tað Himmalska stað,

har skal eg liva hvønn ein dag,

 

Har skal eg aftur møta øllum teim,

sum undan mær fóru heim,

hvør stór gleði verður ikki tá,

ja størri gleði enn eg kann siga frá.

 

Móður og faðir eru uppi har,

Saman við fleiri eg her niðri hevði kær,

aldrin aftur skullu vit skiljast tá,

har skal mítt eyga Frelsaran sjálvan sjá.

 

Selma Sandá 26 Februar 2021