Bert eitt bil

So skjótt lívið mót endanum gongur,

um eitt bil so eri eg ei her longur,

heima hjá Gudi eg búgvi tá,

har skal eg aftur tey undan farnu sjá.

 

Lívið tað rann so skjótt avstað,

áðrenn eg visti av fór tað,

tann dagurin koma kann so brátt,

at skjótt kemur tann æviga nátt.

 

Men enn eg eri her í verð,

takk góði Gud fyri hvønn dag niðri her,

tá eg fari mína seinastu fer,

tú við mær á ferðini verð.

 

Selma Sandá 18 Oktober 2020