Eftir tað myrkastu nátt

Ofta kann lívið kennast so tungt,

sorg og saknur kann raka menniskja so ungt,

so øll gleði úr hjartanum burtur fer,

og sálin er fryst sum tað harðasta gler.

 

Men eftir tað myrkastu nátt,

verður alt einaferð aftur gott,

bið Himna Gud um at hjálpa tær,

hann hjálpur sínum børnum nær og fjarð.

 

So títt lív verður aftur ljóst og gott,

burtur hvørvur tann myrka nátt,

dagurin nýggja vón tær gevur,

so takka Gudi fyri tað tú hevur.

 

Selma  Sandá 04 August 2019