Jesus kallar á meg

  1. Jesus kallar á meg

Mítt barn kom inn á mín veg

Lat meg taka tína hond

Og knýt tú til mín bond,

2. Tá Jesus kallar, lurta má eg

Og lata hann frelsa meg

So eg sleppi í Himmalin

Jesus letur meg sleppa inn.

3. Hvussu hevur tú livað foldini á

Einaferð so skalt tú herfrá

Tonkir tú nakrantíð yvir tað

Ella ert tú so púra líkaglað.

4. Vend tær til Jesus, meðan tú ert á fold

Ov seint er, tá tú ert løgd í mold’

Dagar tínir av Gudi eru taldir

Men teir eru fyri tær fjaldir.

Selma Sandá 10. februar 2024