Skullu aldrin møtast aftur her á fold

Skullu aldrin møtast aftur her á fold, tað hoyra vit so ofta sagt tá onkur er deyður, og er tað ein persónur sum vit eru góð við, so ljóðar tað so tungt og syrgilugt í okkara oyrum.

Øll mugu vit onkuntíð hava mist ein av okkara kæru, og tí persóninum skullu vit aldrin møtast aftur við, í hvør falkl ikki her á fold. Men tey flestu hava eina vón um at síggja tann mista aftur heima hjá Gudi.

Jú øll hopa vit, at tann misti persónurin er komin í Himmalin, og at hann hevur tað gott heima í Guds Himmali, og at har skullu vit einaferð síggja viðkomandi aftur.

Tað er so syrgilugt at standa við eina opna grøv og síggja ein av okkara kæru bliva lagdur til hvíldar niður í eitt myrkt hol. Men ein troyst er tað um ein trýr uppá Gud at vita, at vit einaferð skullu síggja tann farna persónin aftur, men tað verður so ikki her á fold men heima í Himlinum.

Sjálv havi eg mist fleiri av mínum kæru, og hvørja ferð havi eg gráti míni mødigu tár, tá eg havi sæð kistuna blíva setta niður í moldina, men eg havi altíð havt eina vón um, at eg skal síggja tann mista persónin aftur heima hjá Gudi, og eg veit at har bíðar tann eg misti her á fold eftir mær, og har verður aldrin skilnaður aftur.

Eg haldi tað er gott at hava teirru trúgv uppá, at tað er ein Himmal sum goymur tey sum vit hava mist niðri her.

Eg trúgvi fullt og fast uppá, at Gud goymur tey eg havi mist heima í sínum Himmali, og har skal eg einaferð tá mín tíð niðri her er runnin út møta teimum øllum aftur, og hvør stór gleði verður ikki tað.

Tá mítt lív enda er her á fold,

og tey hava lagt meg í døkku mold,

hvussu gott er tá at vita tað,

at í Himlinum er til mín eitt stað.

 

Selma Sandá 09 Desember 2019