Tey gomlu húsini

Porkeri

Tey gomlu húsini eru húsini har eg bleiv fødd og livdi míni fyrstu barnaár.

Tað fyrsta meg minnust um tey húsini er, at tey vóru eini eldri hugnalig hús, eini hús sum altíð var gott at koma inn í, og eini hús har blíðskapurin altíð var stórur, eini hús sum livdu av lívi.

Í dag eru húsini tóm og forfallin, men tey eru eisini elligomul, nokk væl yvir hundrað ár.

Tey fólkini sum hava búð í teim gomlu húsinum eru tey flestu deyð, men minni um tey livur enn í mínum hugaheimi, og um eg lati eyguni aftur so síggi eg tey fyri mær.

Síggi mostur ganga túnanna millum, út til gummuna og niðan til okkum, altíð var hon í skóleistum og einum stórum gummiskóm, mostur búi tað mesta av sínum lívið í teim gomlu húsinum.

Dalli situr við komfýrin í køkinum heima hjá okkum í Porkeri.Minnist eisini mammabeiggjan Dalla ganga millum húsini, hann búi eisini alt sítt lív í teim gomlu húsinum, og tað var ikki dagur at hann ikki kom niðan til okkum fleiri ferð um dagin, og har sat hann á bonkinum við einum kaffikoppi í hondini og einum sukurmola í hinari, eitt annað sum meg minnist er, at hann sum oftast stoytti kaffi niður í undirskálina, so drakk hann tað av henni.

Petur (gubbin) hin mammubeiggin búi eisini alt sítt lív í gomlu húsinum, minnist eisini hann ganga húsanna millum, niðan til okkum, hvar hann eisini sat á bonkinum og drakk kaffi av undirskálini, altíð hevði hann ein sukurmola aftur við. Út til systrina sum búi beint uttan fyri tey gekk hann fleiri ferður um dagin, og vestur til ein granna, hvar nógv fólk altíð komu á gátt. Meg minnist hann standa mitt í Hólabrekkuni við tveimum krykkastavum og tosa við fólk, hann dámdi so væl at tosa við fólk.

Minnist ikki so nógv til ommuna, tí eg var so lítil tá hon doyði, men tó minnist meg hana sita lamma í einum stóli, hon hevði havt heilabløðing og kom seg nokk ongantíð ordiliga aftur eftir tað. Minnist hana sita har í einum svørtum smáblómstruttum kjóla, og við einum stórum turriklæði um herðarnar og eitt um høvdið. Tey hava nokk vilja vart hana ímóti at blíva køld.

Eg var 8 ára gomul tá vit fluttu í okkara nýggi hús, og til tá búi eg í teim gomlu húsinum. Tey  húsini livdu av lívið, tí har búi nógv fólk. Omman, abbin tey trý syskini, og so vit mamma, pabba, eg og beiggi mín. Yngri beiggin er føddur í okkara nýggju húsum, so hann búi ongantíð í gomlu húsinum.

Tað var ikki ein dagur at eg ikki var fleiri ferðir inni í gomlu húsinum, kom eg ikki hvønn dag so spurdi mostur hví sæst tú ikki, ja hon spurdi sjálvt um eg hevði verið har dagin fyri. Fólkunum sum búi har dámdi so sera væl at fáa gestir, og har komu nógv fólk á gátt, tey komu nokk tí tey føldu seg vera vælkomnan. Út aftur slapp man ikki, fyrrenn man hevði drukki drekka. Segði man nei takk til drekka, so bleiv mostur næstan fornerma, og altíð hevði hon okkurt gott aftur við helst heimabaka. Pannukøkur fekk man ofta frá henni.

Tá eg var barn vóru gomlu húsini tjøraði svørt, og ofta so sóu vit blørur ymsa staðna í tjørini, og vit børn dámdu so gott at trýsta blørunar inn við neglinum, og tað dámdi hvørki gubbanum ella Dalla at vit gjørdu tað, so sóu teir okkum gera tað, so fingu vit skjæld. Hví vit hildu tað vera so stuttlugt veit eg ikki rættiliga. Eitt annað sum heldur ikki dámdi teimum tað var, at vit loftaðu upp eftir vegginum, og heldur ikki dámdi teir, at vit spældu hennover, altso tveitti bóltin upp um takið, teir søgdu, at tað larmaði so illa inni í húsinum.

Til gomlu húsini hoyrdi tveir hjallar og ein hoyløga, og ofta so spældu vit har, eisini sjálvt um tað ikki dámdi mammubeigginum líka gott. Vit dámdi so gott at loypa av hoyløtu loftinum og niður í hoyggi, og tað fingu vit forboð fyri at gera, men vit lurtaðu sjáldan eftir teimum.

Í teimum gomlu húsinum stóð tað mesta av mínum barndómi ein kúgv í kjallarinum, seyður stóð eisini inni har, so lukturin man hava verið har eftir, men tað tosaði ongin um, tí soleiðis var tað í teim flestu húsum í Porkeri. Seinni gjørdu teir eitt fjós, so bleiv kúgvin koyrd úr kjallarinum og í fjósið at standa. Seyður stóð eisini niðri undir í báðum hjallinum, niðri undir í tí vestara hjallinum vóri eisini høsn. Í erva í hjallinum hingu krov at turka, turt tvøst og turrur fiskur hingu eisini har. Minnist at mostur onkuntíð hongdi klæðir í hjallin at turka, men tað dámdi ikki mammubeigginum, teir søgdu at hon gjørdi tað at kjøti ránaði upp aftur, so tað helt hon uppat við í hvør fall tá kjøt hekk har.

Síggi eisini gubban sita í hjallinum og telgja tindar til rívurnar, hvørja ferð tindar vóru brótnaðir á rívinum, so gjørdi hann nýggjar.

Síggi eisini mammubeiggjarnar standa og vinda eina zendu sum stóð í túninum, teir bríndi knívar og nokk eisini líggjar á somu zendu.

Tá eg var barn slógu menn grasið við líggja, so tað var vanlugt at síggja menn standa frá tíðliga á morgni og sláa grasið. Mennirnir slógu grasið, men vanliga var tað kvinnur og børn sum síðan ristið grasið út um bøin.

Tá hoyggið var turt bóru mennirnir tað oman í hoyløguna, og har bleiv tað rist runt og har hjálpti vit børn sum oftast til.

Tey gomlu húsini vóru ikki stór, men har búu nógv fólk tann tíð tað var. Á loftinum vóru bara tvey kømur, niðri undur vóri eisini tvey kømur. Onki vese var tá, nei náttiskassin stóð í kjallarinum, og tá man sat har, hevði man altíð selskap, har vóru brøl, jarman og mjavan at hoyra, so tú behøvdust ikki at føla teg einsamalla.

Haldi meg minnast at sengur stóðu eftir loftinum, altso inn ímóti væðingini og teim sængrinum svóvu fólk í, men minnist ikki hvør svav har, kanska vit børn.

Fólk kom eisini at ferðast, tvær systrar hjá abbanum vóru giftar til Lorvík og eg haldi meg minnast, at onkuntíð komu eftirkomarnir hjá teimum suður ar ferðast, onnur komu nokk eisini at gista í gomlu húsinum, og altíð var pláss fyri øllum. Meg minnist eisini at eg onkuntíð svav í bóli á gólvinum antin inni hjá mammu ella hjá mostur, tað man nokk hava verið tá onkur annar hevur sovi í mínari song.

Ja minnini eru nógv um tey gomlu húsini, húsini sum hoyra eini farnari tíð til.

 

Selma Sandá 23 Apríl 2020