Takk fyri lívið

Hvat tað er gott at vera til,

sjálvt um eg bert eri her eitt bil,

takk Gud fyri lívið tú mær gav,

fylg mær tá eg skal um deyðans hav.

 

Takk fyri alt tú gav mær niðri her,

loyvdi mær at búgva í hesi verð,

lívið altíð ein so stór gáva er,

takk fyri at eg føddist í verð.

 

Á míni leið Gud fylgdi mær,

eg føldi hann altíð hjá mær nær

góði Gud takk fyri alt eg fekk tær frá,

vóni tú altíð verður mær hjá.

 

Selma Sandá 4 Mai 2018