Vakurt í Porkeri

1.Í Porkeri bleiv eg borin í verð,

bygdin jú so vøkur er,

tí eri eg fegin fyri tað,

at Porkeri bleiv mítt heimstað.

2.Har havi eg traðka  barnaskógvar,

har eigi eg vinir nógvar,

har eru runnin míni barnaár,,

eg minnist tað sum í gjár.

3.Bygdin nógv vaksin er,

har eru jú nógv hús í gerð,

nógv flyta til bygdina aftur,

har er ei so stórur skattur.

4.Í ánni tí stóru,

har nógv av barnaárinum fóru,

har kundu vit verða dagin langa,

állar og síl at fanga.

5.Her hava vit kirkju so vakra,

av flag er hennara tekja,

múrurin er snøggur og beinir,

lagaður av steinið.

6.Her hava vit nógvan bø,

har síggjast menn breiða við tø,

ein vakran summardag,

sært tú fólk hoyggja í góðum lag.

7.Í Porkeri havi eg rót,

har steyg eg, fyrstu ferð mín fót,

tí bygdin kvøðu fer frá mær,

fyri alt hon fyri meg var.

                             S. S.1981