Eiga bert løtuna

Lívið kann verða so trygt og gott,

men brádliga kann tín dagur gerast nátt,

ongin veit á morgunstund,

um hann á kvøldi svevur tann eviga blund.

 

Vit eiga bert løtuna her og nú,

so njóta lívið meðan tú er her skalt tú,

í morgin kanska ov seint alt er,

tí tá kanst tú vera farin úr hesi verð.

 

Ger tað tú kanst í denna dag,

útset ei til í morgin, men ger tað,

takka Gudi fyri hvørja stund,

ger tað áðrenn tú svevur tann eviga blund.

 

Selma Sandá 19 Januar 2020