Lívið kann aftur gerast gott

Ofta kann okkara lív vendast á høvdið so at siga.

Tað er ymist sum kann raka okkum, tað verið seg sjúka, deyði og sorg. Ja mangan kunnu vit vera so niðurboygd, at vit ongan glotta síggja fyri framman. Men ein glottið er altíð um vit bara geva glottanum loyvi at vinna fram.

Alt er ongantíð bara svart, eitt ljósglimt man eisini vera at sjá, bara vit opna eyguni kunnu vit síggja og uppliva okkurt gott.

Sjálv havi eg verið niður boygd av sorg, ja eg kom so lant út, at eg bert ynskti at doyggja, helt ikki at eg hevði nakað at liva til meir. Men eg fann frið við at venda mær til Jesus í bøn, og eg veit, at hann hjálpti mær, hjálpti mær at liva víðari við sorgini, og at finna gleðið aftur við lívinum. Eg kann bara siga at í dag goymi eg minni um tey sum eg misti innast í hjartanum, og eg veit at Gud goymur tey í sínum Himmali, og har skal eg síggja tey aftur einaferð.  Eg havi funnið gleði við lívinum aftur, ja sjálvt um sjúka hevur rakt meg, so finnið eg gleði við lívinum, og takki fyri hvønn dag eg fái loyvi at liva her á fold. So tú sum onga vón sær fyri framman, minst til at tað er altíð ein vón.

Eg veit gott at vit menniskjur eru so ymisk, summi taka alt lættari enn summi, men øll eru vit menniskjur uppá ónt og gott, so hví ikki síggja tað góða sum tross alt er her í lívinum.

Bara tað at tú letur eyguni upp hvønn morgun er eitt undur, eitt undur sum tú skalt vera takksom fyri.

Minst til at tað eru nógv sum ongantíð sloppu at lata eyguni upp aftur, nógv sum deyðin legði sína køldu hond á, so verð glað fyri at tú fekst loyvi at vakna úr svøvnið og kann njóta ein nýggjan dag, tað er nógv at vera takksom fyri.

Hygg rundan um teg og síggj hvussu vøkur verðin er, tí tað er nógv vakurt at sjá bara man hyggur seg um, so lat okkum taka okkum gott av okkara verð, og lat okkum ikki oyðileggja hana, tí vit fáa ikki eina aðra verð, vit eiga bert hesa eini.

So njót lívið meðan tú hevur tað, og gleð teg yvir alt tað vakra sum er her á fold, og gleð teg yvir tey menniskju sum tú hevur rundan um teg, menniskjur sum vilja tær alt væl.

Hetta er bert nakrir tankar sum komu fram fyri meg.

 

Selma Sandá 15 Mars 2020