Guds vernd

Í tínar hendur trygt leggi eg meg,

leið meg inn á tín veg,

halt allan óndskap mær langt frá,

lat satan meg ikki ná.

 

Gud tína vernd gev mær,

eg veit tú hevur meg kær,

verð tú mær hjá altíð,

verj meg nú og alla tíð.

 

Selma Sandá 28 Januar 2021