Tað verður gleði so stór

Tað er so nógvur óndskapur her í verð,

at hin óndi reikar runt um niðri her,

góði Gud eg bøni og biði teg,

halt hin ónda langt frá mínum veg.

 

Gud send tínar einglar niður her,

at verja menniskjur  í hesari verð,

halt hin ónda langt burt mær frá,

so langt at hann aldrin meg kann ná.

 

Halt allar freistingar burt frá mær,

Gud lat meg finna hvíld hjá tær,

opna Himmalportrið so eg inn kann ná,

tann dag eg eri farin foldini frá.

 

Heima í Himlinum eg eviga hvíld skal fá,

og alla tíð liva heimsins Frelsara hjá,

búgva saman har við øllum teim,

sum undan mær til Himmalin fóru heim.

 

Tað verður gleði so ómetuliga stór,

tá vit øll saman syngja við tí Himmalska kór,

har skal eg Gud  og Jesus sjá,

og aldrin aftur skiljast mínum kæru frá.

 

Selma Sandá 28 Februar 2020