Lívið uppá ónt og gott Kap. 1

Barndómurin

 

Eg eri borin í heim í 1946 í Porkeri, og har búi eg øll míni barna og ungdómsár.

Barnaárini tað meg minnust vóru góð fyri tað mesta, men eg var ofta sjúk sum barn, hvat eg var sjúk av, fann eg ongantíð útav. Men eg hoyrdi mammu einaferð siga, at eg bleiv nokk ikki verðandi her í verðini longi aftrat, hví hon segði so veit eg ikki. Eg haldi ikki, at eg var so nógv sjúkari enn onnur børn vóru, mamma hevur kanska veri bangin fyri at missa meg. Jú eg bleiv skurðviðgjørd sum 5-6 ára gomul, men eg fekk at vita at tað var okkurt millum bløru og nýrur eg bleiv skurðviðgjørd fyri, meira  veit eg ikki um tað, men eg man hava veri sjúk av tí áðrenn eg bleiv skurviðgjørd, men eg var so mikið lítil, at eg minnust onki til tað. Tað einasta eg minnust er, hvussu ilt eg fekk tá eg skuldi pissa aftan á skurðviðgerðuna, tað var sum pissaði eg glassplintur, annars minnist eg ikki so nógv til teirri skurðviðgerðina. Men eg lá fleiri dagar á sjúkrahúsinum, og tað helt eg vera strævi, minnist at eg græt tí eg vildi sleppa heim. Tá í tíðini var tað ikki stuttlugt at liggja á sjúkrahúsið, tí tú mátti vera har uttan at mamman slapp at vera hjá ter, so eg man hava følt meg sera eina.

Tá eg var um 10 ára gomul, bleiv eg skurðviðgjørd fyri blindgørnina, tað minnist eg betri til. Eg hevði nógvan fepur og spýði illa, læknin segði, at eg mátti á sjúkrahúsið fyri at fjerna blindgørnina, tí hon var betænt. Tá var tað ikki koyrandi til Tvøroyri, so vit máttu við Sigmundi, sum sildi við mjølk og posti millum bygdurnar, hann tók eisini fólk við. Tað kann ikki hava verið stuttlugt at fara við so lítlum og rullandi skipi til Tvøroyri, og har aftrat var eg sjúk. Eg minnust ikki nógv til túrin á Tvøroyri, men fram komu vit, og eg bleiv innløgd á sjúkrahúsið, meðan mamma búi hjá familiu. Tað meg minnust best frá skurðviðgerðini tað er tann ræðuliga svarta maskan, sum tey koyrdi yvir munn og nøs. Meg minnist, at eg bleiv við at reisa meg upp, tí eg vildi ikki sovna, eg fyristillaði mær, at sovnaði eg, so vaknaði eg ikki aftur, men hvussu eg so bardust ímóti so sovnaði eg. Tá eg vaknaði aftur var blindtarmurin tikin, og har lá eg og spýði næstan garnarnar úr mær, eg spýðí so illa og eg bleiv við at føla eitur luktin fyri mær. Svarta maskan var ræðulig, so gott at hon ikki verður brúkt meir.

Haldi eg lá 14 dagar á sjúkrahúsinum, og tá var eg so rak, at tey royndu at fita meg, tey royndu at tvinga meg at drekka róma, men tað vildi eg ikki, eisini rørdu tey eggja blommu og sukur og tey koyrdu maltøl í, tað fekk eg eitt sindur niður av, men eg hevði onga matarlist, so eg vildi ikki eta nakað sum helst. Jú tá royndu tey at fita meg, men seinni í lívinum var tað eg sum royndi at sleppa av við fitina, sum ikki eydnaðust serliga væl.

Tá eg var komin aftur til Porkeris fekk eg lungabruna í bæði lungini, meg minnist at eg sat uppi í songini og kikkaði eftir ondini, tí eg fekk ikki anda tá eg lá niðri. Tað var ræðulugt tí eg føldi tað sum skuldi eg kvalast. Læknin kom til mín og gav mær sproyti við pensilin, hann kom nakrir dagar og gav mær sproytuna, men eg lá fleiri dagar sjúk í songini.

Meðan eg lá sjúk gjørdu tey alt fyri at fáa meg at eta, men eg vildi ikki eta. Meg minnist, at abbun hevði goymt eitt turt tjógv, sum tey skuldu hava til røkstur, tað tjógvið skar abbin niður til mín. Hann kom hvønn dag og gav mær eitt stykki av skerpikjøti, og tað át eg. So góður var abbin við meg, at hann gav mær tjógvi sum tey skuldu hava til røkstur, hvat tey so høvdu í staðin veit eg ikki. Dalli mammubeiggi mín kom hvønn dag og gav mær slikk, meg minnist, at hann ofta hevði keypt mær krunki tí tað dámdi eg so gott, gubbun var nokk ikki heima ella hevði hann eisini havt givið mær slikk. Jú eg bleiv forkela, og eg bleiv eisini frísk aftur, men tað var ein harður umgangur fyri eitt barn. Av tí eg var so ofta sjúk, forsømdi eg skúlan nógv, men tað bleiv betri tá blindtarmurin var vækk, so hann man hava pínt meg nógv í langa tíð.

Eg vaks upp í Hólinum og har var gott at veksa upp, eg spældi við børnini sum eisini búu har, men mest spældi eg við nabogentina, seinni spældi eg við onnur børn eisini, ja vit spældu saman drongjur og gentur. Eg var nógv saman við Eddu, hon doyði alt ov skjótt bert 65 ár bleiv hon, og eg sakni hann enn, sjálvt um tað eru nógv ár síðan hon doyði.

Vit spældu úti allan dagin tá veðrið var til tað, regnaði tað ov nógv so spældu vit inni. Vit spældu mest við dukkum, glansibíløtum og dukkulisum, úti eisini spældu vit ymisk bóltspøl. Stórá var eisini okkara spælipláss, vit fangaðu síl við berum hondum, drongirnir fangaði állar og sildu við bátum sum teir høvdi telt úr einum træð petti. Vit gentur plukkaði eisini blomstur um summari, meg minnist, at eg og ein onnur genta sótu á bønum og gjørdu krans av summardáum, kransin koyrdu vit uppá høvdi. Vit plukkaði eisini hjálpirøtur og bláblomstur, ja vit klatraði upp á hamaran eftir hjálpirótinum. Meg minnist eisini, at vit sótu á trappini hjá okkum og ótu kvannur, ein sukurskál stóð ímillum okkum og vit dyppaði kvannuna í sukuri, bakteriur og slíkt høvdu vit ongantíð hoyrt um, og ongin bleiv sjúkur av tí. Tað einasta sum hendi var, at vit fingu sár á munnin, tí vit ikki tímdi at vaska munnin eftir at vit høvdu eti kvannur. Vit plukkaði eisini ber í haganum, og tey berini mosaðu vit við sukuri, og tað smakkaði avbera væl.

Tá eg var um ellivu ára gomul fór eg til Klaksvík har eg var hjá fastur mínari í fjúrtan dagar, meðan eg var í Klaksvík, spældi eg við teirri gentuna sum hevði verið í Porkeri og ferðast. So fór eg til Fugli at vitja ommuna. Abbin í Fugli var deyður stutt áðrenn, so hann sá eg ikki. Men vit  høvdu bú í Fugli tá eg var umleið 5  ára gomul, og abbin var har tá, men meg minnist ikki so nógv til hann. Eg fór til Klaksvíkar við einum skipi sum æt Tindhólmur, hvat tað var fyri skip veit eg ikki , men eg fyldust við einari konu sum hevði verið í Porkeri og ferðast við døtrinum, eg spældi við teirri eini dóttrina, so eg kendi tey væl. Men álíkavæl skilji eg ikki, at mamma tordi at lata meg fara einsamalla líka til Fugli, tí tá í tíðini var tað ikki so lætt at ferðast sum tað er í dag, nei tað tók langa tíð at sigla millum oyggjarnar. Meg minnust ikki hvussu longi tað tók við Tindhólmi, men tað man hava tiki nógvur tímar at sigla líka til Klaksvík.

Og so at fara við Másanum til Fugli, tað meg minnist til tað skipi so rullaði tað so sera illa, og tað tók 4 tímar at sigla til Fugli, og eg var so ring av sjóverki allan vegin, og so lukturin sum var umborð. Eg og ein onnur genta løgdu okkum á dekki tí tað luktaði so illa niðri undur, og vit vóru so ringar av sjóverki, men pápabeiggi mín sum eisini var á veg út til Fugli kom eftir okkum, hann bað okkum fara niður undur, tí kom eitt brot hvat lættliga kundi henda, so blivu vit skolaðar i havið. Sjálvandi høvdu vit ikki tonkt so langt, so vit máttu niður í luktin aftur. Eg var nokk eisini fjúrtan dagar í Fugli, so fór eg aftur í sama rulli báti til Klaksvík, og so í Pride til Havnar, og tað tók 4 tímar at sigla. Minnist meg rætt, so var mammubeiggi mín í Havn eftir mær, so suður aftur við gamla Smyrli, tað tók eisini nógvar tímar at sigla, minst eini seks tímar.

Eg hugnaði mær í Fugli, eg spældi við tey børnini sum búu har, og eg hoyggjaði við ommuni, men omman vildi ikki, at eg skuldi fara ov langt oman ímóti kantinum, hon var bangin fyri ,at um eg datt so fór eg útav og í havið, og tað vildi hon ikki risekera. Meg minnist eisini, at eg og ein onnur genta fóru í hagan hvar neytini gingu. Ein tarvur var ímillum tey, og tað dámdi mær ikki , men hann gjørdi okkum onki. Omman búi á Kirkju og vit gingu til Hattarvík, eg fann ikki, men tað gjørdi gentan sum eg fyldust við.

Tá eg kom suður aftur fór eg til Vágs í real skúlan, men eg hevði ongan hug til at ganga í skúla, og eg tímdi ikki at gera skúlating, so eg tveitti taskuna í kjallaran og har lá hon til seint um kvøldi, tá eg kom heim, ella til mamma tók hana upp. Eg veit gott, at eg var hopleys, tí eg gekk ov nógv úti. Mamma segði, at eg var ein floksa, og hon hevði nokk ikki skeivt í tí.  Vit máttu sykla í øllum veðri og tað var ikki stuttlugt, eg tímdi ikki at ganga í skúlan, so eg gavst, hvat eg ofta havi angra seinni.

Vit høvdu mangar ringar syklutúrar til Vágs, tað var so mangan at vit vóru hálvfrystar tá vit komu heim. Um veturin fall ofta nógvur kavi niður, og tá var ikki stuttlugt at sykla. Tað kom ofta fyri at vit máttu leiða syklurnar, meðan vit vassaðu gjøgnum tann djúpa kavan. Vit blivu ikki koyrd í skúlan sum børnini blíva í dag, nei vit máttu sykla ella ganga, ella búgva hjá familiu.Tá eg var barn og ung vóru vetrarnir nógv strangari enn teir eru í dag, og tað fall ofta nógvur kavi niður, ja tað var mangan at djúpar kavafannur lógu á vegnum, og tá var ikki stuttlugt at sykla, ei heldur at ganga.