Knýtt ástarbond

1.Tvey ganga hond í hond,

knýtt tey hava ástarbond,

hvat man lívið hava at bjóða teim,

ikki bert gleðið og gleim.

2.Kunnu tey klára tað,

tá lagnan gevur teimum fyrsta slag,

hava tey kærleika nokk,

at sigla lívsins vanda sjógv.

3.Kann kærleikin klára alt,

eisini tað sum nú er fjalt,

sleppa tey lætt gjøgnum lívið fram,

nei tað eingin vita kann.

                             S. S.1989