Jesus tekur ímóti uppi har

Ein dag tú Himmalin opnan sær,

men tá ert tú heima uppi har,

oman fyri skýggini skalt tú búgva tá,

tí tá ert tú farin foldini frá.

Jesus sjálvur tekur í móti tær,

tíni undan farni tú tá aftur sær,

í allar ævir tú tá skal búgva uppi har,

saman við teim sum vóru tær so kær.

Við borðið hjá Gudi sita tit øll,

tað er bert gleði í tí Himmalsku høll,

á gullgøtum spáka tit hvønn ein dag,

syngjandi av hjarta so glað.

Selma Sandá 24 December 2020