Umbýtta barnið

Laura sat við vindeyga og hugdi eftir sínari tvey ára gomlu dóttur, sum spældi beint uttn fyri. Hon hevði eyguni alla tíðina eftir henni, eisini sjálvt um alt øki rundan um húsini var innistika, so gentan ikki slapp út á vegin.

Laura sat og bant framman fyri vindeyganum, og hon hugdi alla tíðina eftir Lóu, sum spældi so góð við dukkur í túninum.

“ Nei nú misti eg eitt eyga niður,” sigur Laura og hyggur burt frá dóttrini eitt lítið bil, meðan hon leitar eftir eyganum. Endiliga fekk hon tikið tað upp aftur.

Laura gjørdist kløkk, tá hon hugdi út gjøgnum vindeyga aftur, tí hon sá ikki dóttrina, men hon sá at portrið út á vegin stóð opið. Laura kendi tað sum hjarta steðgaði í bringuni, so illa við bleiv hon, og hon skundaði sær út, at hyggja eftir barninum. Gud lat hana ikki vera farna út á vegin, ti har koyra so nógvur bilar, bað Laura innan tanna. Nei nei segði Laura alt meðan hon skundaði sær út á koyrivegin fyri, at hyggja eftir dóttrini, men hon sá onki barn á vegnum. Hon gekk oman og niðan eftir vegnum, meðan hon rópti Lóa, men har var ongin genta at finna, og hon fekk onki svar, hvussu hon so rópti. Nei hvat skal eg gera hugsaði hon, hvar skal eg finna dóttrina aftur, hon kann ikki vera komin langt á sínum smáu beinum, so tað sær út sum onkur hevur borið hana, men hvør ger slíkt, og hvussu visti tey, at eg hugdi burt tað lítli løtuna. Nei eg orki ikki at tonkja uppá hvat tey kunna hava gjørt við barnið, ella hvat um ein pedefilur kann gera, um hann hevur tikið hana, men Harragud her býr væl ongin pedefilur í nánd, segði Laura og risti við høvdinum.

Laura spurdi fleiri fólk sum hon møtti, um tey høvdu sæð eina lítla gentu. Tey flestu risti við høvdinum, men ein kvinna segði seg hava sæð eina kvinnu bera eitt barn, hon segði, at kvinnan var undarliga ílatin, í einum gráum kjóla sum sá út at hava sæð betri dagar. Hon legði merkið til at barnið sum var vakurt og í penum klæðum græt, ja gentan græt nokk so illa, men hon hevði ikki tonkt meira yvir tað, tí tað kom so ofta fyri at børn grótu. Laura takkaði kvinnuni fyri upplýsningin og gekk víðari, men ongin annar segði seg hava sæð nakað.

Laura fór inn og ringdi eftir manninum sum var til arbeiðis, hann arbeiddi á einum kontóri, og hann var skjótur heima. Tá hann kom inn, hevði hann dóttrina í favninum. Og hann segði:

“Laura hví leikar tú so í, Lóa sat so góð og spældi við dukkur beint undir vindeyganum, so eg skilji ikki, at tú ikki hevur sæð hana.”

Laura føldi hvussu tað lættnaði um hjarta, tá hon sá mannin við gentuni. Men so føldi hon tað sum hon skuldi svíma, og hon segði grátandi við mannin:

“Hanus sært tú ikki, at hatta barnið tú hevur í føvninginum er ikki okkara dóttur, hatta er heldur ikki klæðini eg lat hana í áðrenn eg setti hana útum.”

Hanus hyggur at gentuni, og hann bleiv illa við, tí hann dugdi at síggja, at hatta barnið var ikki teirra fitta dóttur, hann risti við høvdinum, so segði hann heldur spagmæltur:

“ Tú hevur rætt Laura, hatta er ikki okkara barn, men hvar er hetta barnið komið frá, og hví sat tað har sum okkara barn plagar at sita? Nei eg skilji onki.”

Hann rætti barnið til Lauri, og hon tók tað frá honum, og hugdi granskandi at tí. So segði hon frá sær sjálvari:

“Veitst tú hvat eg haldi Hanus, hetta barnið er eitt huldubarn, sært tú ikki hvussu nógv grovari hárið er, og andliti líkist heldur ikki okkara barnið, og so hasi klæðini grá og slitin, nei eg haldi at hetta barnið er eitt huldubarn, men hvar er tað komið frá, og hvar er okkara barn, hevur ein hulda tikið tað?”

Laura risti grátandi við høvdinum, meðan hon rætti barnið yvir aftur til mannin og segði:

“ Eg veit ikki hvar okkara barn er Hanus, men eg eri bangin fyri, at ein hulda hevur tikið okkara vakra barn, og lati sítt egna eftir hjá okkum.”

“ Tað meinar tú ikki Laura, ein hulda hvar skal hon vera komin frá, nei hatta havi eg ringt við at trúgva.”

Í tí sama Hanus segði tað, bankaði tað uppá hurðina, og Laura segði;

“ Hatta er nokk løgreglan, eg ringdi eftir teimum tá eg sá, at Lóa var burtur.”

Laura skundaði sær at lata upp fyri løgreglufólkinum sum stóðu uttan fyri.

Tá Laura segði fyri teimum, at hon ivaðust ikki í, at ein hulda hevði tikið teirra barn og lati sítt egna barn eftir, hugdu bæði løgreglufólkini at henni sum hevði hon mist forstandin, og hon skilti gott at tey ikki trúði henni, hon hoyrdi sjálv hvussu ótrúlugt tað ljóðaði.

“Tað kanst tú ikki meina,” segði tann eini løgreglumaðurin og hugdi yvirraskaður at Lauri.

“ Jamen hygg tú at hesum barninum sum maður mín stendur við í favninum, hvørjum heldur tú hatta barnið líkist, tað líkist í hvør fall ikki einum manna barnið, so hvat skullu vit halda.”

Løgreglumaðurin hugdi yvirraskaður at barninum, og hann skilti gott hví foreldrini søgdu, at hatta barnið var ikki teirra barn.

Tá tey kannaðu barnið nærri funnu tey eitt brev, sum var skriva við einari næstan ólesiligari skrift, men tey fingu so stava seg ígjøgnum tað sum í brevinum stóð. Og løgreglumaðurin las hart:

“ Góði foreldur eg havi tikið tykkara barn, og hatta barnið sum tit nú standa við er mítt barn, eru tit góð við mítt barn, so veri eg eisini góð við tykkara barn, um tit gera sum eg sigi, so fáa tit tykkara barn aftur í øllum góðum. Og eg fái mítt barn aftur. Eg vildi bara síggja mítt barn ílati so vøkur klæði sum tykkara barn var ílati, og ja eg vildi síggja mítt huldubarn liva í flottum umstøðum. Tykkara barn er eitt so vakurt barn, tí valdi eg tað, eg gleði meg at síggja hvussu yvirraskaðar hinar huldurnar blíva, tá eg vísi teimum mítt vakra barn, nå eg veit gott, at hetta barnið eg tók ikki er mítt. Men vit eru báðar kvinnur, og vit hava føtt børnini uppá sama hátt, so har líkast vit báðar, tú er ein mamma eins og eg eri tað. Passa gott uppá mína Pjuski, ja so eitur mítt barn, gera tit sum eg sigi, so fáa tit tykkara barn aftur óskala. Gera tit mínum barnið nakað ilt, so síggja tit ongantíð tykkara vakra barn aftur.”

Bestu heilsur frá einari huldu sum eisini er ein mamma.

Laura stóð forfard og hugdi at brevinum og so at barninum, hon gníggjaði hendurnar og segði grátandi: “ Hvat skullu vit gera Hanus, hvussu fáa vit okkara barn aftur?”

“ Nei Laura tað skalt tú ikki spyrja meg um, tí eg veit tað ikki, hvussu skal eg vita hvar huldufólkið býr, eg havi aldrin sæð eina huldu. Eg skilji onki, eg helt at søgurnar um huldufólk bara var skrønur sum onkur hevði funnið uppá, havi ikki droymt um at huldufólk er til.”

Hanus stóð tigandi eina løtu, so segði hann: “ Men hetta barnið eg her standi við, er so ikki eitt kristi barn, eg havi hug at tveita tað út í tún, og lata tað liggja har til huldan kemur eftir tí. Sikken ein frekheit at taka okkara barn, og geva okkum hetta ístaðin.”

Laura tók barnið frá honum og segði:

“ Nei Hanus tú ger ikki barninum nakað, og vit hava tað til huldan kemur eftir tí, tú hoyrdi hvat stendur í brævinum, skullu vit fáa okkara barn aftur í øllum góðum, so mugu vit vera góð við hetta barnið. Hetta barnið er eisini ósekt tað er mamman sum tók okkara barn, og tað kann hetta neyðardýrið ikki gera við. Skullu vit hava nakra vón um at fáa okkara barn aftur, so mugu vit vera góð við hetta barnið.”

“Hoyrur tú hvat tú sjálv sigur Laura, góð við eitt huldubarn, hvussu kunna vit vera tað?”

Laura stóð grátandi við huldubarninum í føvninginum, hon visti ikki hvat hon skuldi gera við tað, leggja tað  í songina hjá teirra barnið beyð henni ímóti, men so mintist hon til, hvat huldan hevði skriva, at tey skuldu vera góð við barnið og hava tað sum eitt kristi barn.

Tað gekk eitt hálvt ár og ongin genta kom aftur. Laura græt síni mødigu tár , hon græt av longsli eftir dóttrini. Hon sat mangan og hugdi at huldubarninum sum lá í songini hjá teirra dóttur og svav.

Nei hatta er ikki rætt tú eigur ikki at liggja har, hatta er songin hjá lítlu Lóu, hon stóð sum oftast eina løtu og hugdi at barninum, og hon visti, at hon kundi ikki elska hatta barnið, nei tað kundi hon ikki. Laura visti, at tað kundi maður hennara heldur ikki, og hon skilti hann væl.

Meðan hon stendur har eitt kvøldi og hyggur sorgarbundin at huldubarninum kemur maður hennara inn.

“Nú Laura hvat skullu vit gera, vit fáa ikki okkara barn aftur, og eg havi ikki hug at behalda hetta barnið, og tað mást tú heldur ikki hava hug til, men hvat skullu vit gera, og hvar finna viit okkara egna barn aftur. Hvørki tú ella eg vita hvar huldu fólkið býr, so hvussu fáa vit Lóu aftur. Eg havi so mangan dag gingi í haganum, og ja eg havi leita eftir um eg kann síggja eitt tekin eftir huldifólkið, men nei eg havi onki funni.”

Laura setti seg grátandi niður hjá honum, og hon visti gott, at maðurin hevði leita í haganum, hon visti tað gott, um hann onki hevði sagt.

Hon gjørdi sítt besta fyri huldubarnið, men elska tað kundi hon ikki, í hvør fall ikki sum hon hevði elska Lóu. Men hon tók synd í hasum neyðardýrinum sum var vraka av síni egnu mammu. Tá hon hugdi at barninum, sá hon Lóu fyri sær, hon sá Lóu sum hon sat á gólvinum og spældi, nei hon saknaði so sítt egna barn, at hon føldi tað sum hjarta skuldi bresta, og so at síggja hatta barnið, nei hon orkaði skjótt ikki meir.

Ein dagin meðan Laura situr og gevur huldubarninum at eta bankar uppá úthurðina, Hanus letur upp, og á trappuni standa tveir politistar. Laura bleiv illa við tá hon sá teir, men so tók hon seg saman og hugdi spyrjandi at teimum. Annar politimaðurin setur seg framman fyri Lauru og hann sigur ságliga.”Vit fingu í morgun vitjan av einari kvinnu, hon visti at fortelja, at hon og maður hennara høvdu verið í haganum í gjár, og har hildu tey seg hava sæð eina huldukoni sum leiddi eina lítla gentu. Kvinnan segði, at tað var ein vøkur genta við ljósum hárið, væl vóru klæðini gentan var í alt annað enn vøkur. Hon og maðurin skundaði sær yvir ímóti kvinnuni, men tá tey komu nærri sóu tey, at hatta var ongin vanlig kvinna. Áðrenn tey komu henni nær hvarv hon, ja hon hvarv fyri eygunum á teimum. Barnið hvarv við henni. Kvinnan segði, at hon hevði hoyrt um barnið sum hvarv fyri einum ári síðan, so hon helt, at hon skuldi siga hvat hon hevði sæð.”

Politisturin segði, at teir høvdu verið har sum kvinnan og barnið hvurvu, men teir sóu onki. Hann visti heldur ikki hvar teir skuldu finna hulduna, so ja hann visti ikki hvat hann kundi gera uttan, at siga tað fyri teimum, so tey kundu hava eina vón um, at teirra barn livur og sær út at hava tað gott.

Hanus suffaði tungliga, so segði hann: “Nei tit finna ikki okkara barn aftur, so vit vera noydd at hava huldubarnið. Skilji ikki hví huldan ikki kemur aftur við okkara barnið og tekur sítt egna aftur, hvat er hon fyri ein mamma sum kann gera slíkt?”

“Hvat huldan er fyri ein mamma, kann eg ikki siga nakað um, men barnið sá út at trívast, so hon passar nokk gott uppá tað.”

Hanus suffaði aftur og segði: “Tá eg síggi konu mína sita og geva huldubarninum mat, so tonki eg, hvat man okkara barn fáa at eta, hopi ikki at mítt stakkals barn fer makkar og slíkt ólækkurt at eta.”

Politisturin risti við høvdinum og segði:

“Nei har kann eg ikki hjálpa tær Hanus, tí eg ani ikki hvat huldufólk livur av. Men eg havi hoyrt gamlar menn siga frá, at teir høvdu sæð huldu seyð í haganum, um teir so siga rætt ella bara fortelja skrønur veit eg so ikki, onkur sigur seg eisini hava huldu neyt.”

Fólk segði seg hava sæð Lauru standa í haganum við huldubarninum í føvninginum, hon stóð og stardi ímóti tí fjallinum, sum fólk søgdu seg hava sæð huldukonuna koma úr.

“Laura tú mást halda uppat at ganga einsamøll í haganum, eg havi ampa av tær. Eg veit gott, at tú bíðar eftir, at huldan skal koma eftir sínum barnið, og geva okkum okkara barn aftur, men Laura eg rokni við, at hon kemur sum tjóður á nátt, uttan at nakar sær hana, huldufólk kunnu gerast ósjónlig, tað veitst tú gott.”

“Eg veit at tú hevur rætt Hanus, og eg skal nokk lata vera við at standa í haganum og bíða eftir huldini.” Segði Laura syrgin.

Hanus skilti gott konu sína, tí hann vildi eisini fegin hava Lóu aftur í øllum góðum, hann saknaði hana hvønn dag. Við hvørt gjørdist hann illur, tá hann hugdi at huldubarninum, og at hoyra Pjuske kalla seg fyri pápa, nei hann mátti mangan bara fara út fyri dyr, fyri at fáa tamarhald á sær aftur. Hann vistu gott, at hatta neyðars barnið er uttan skuld.

Ein morgunin Laura vaknar hoyrur hon barnið gráta, hon stígur fram á gólv fyri at fara inn til barnið sum svav í barnakamarinum.

“Hví skundar tú tær so Laura, tað ger onki um hon grætur eina løtu, kom heldur og legg teg her til mín.”

Laura hugdi at manninum, men nei hon mátti heldur fara at taka barnið upp og geva tí at eta. Hon hoyrdi gott at maðurin segði heldur ilsliga:

“Ja ja far tú bara, lat ikki huldubarnið bíða.”

“Nú tigur tú Hanus.” Laura segði ikki meir men skundaði sær inn í kamari til tað grátandi barnið.

“Hanus Hanus skunda tær og kom her.”

Hanus stakk leysur upp frá tí hann hoyrdi á konuni at okkurt var hent. Hann skundaði sær inn í kamari, og har stóð Laura við barninum í føvninginum.”Laura hvat er tað fyri klæðir tú hevur lati hana í.” Laura rætti honum barnið uttan eitt orð. Tá Hanus hyggur at gentuni var hann líka við at missa hana so kløkkur gjørdist hann.

“Jamen Laura hetta er okkara barn hvar fanst tú hana.”

“Hon lá í barnasongini tá eg kom inn, og Pjuska er ikki her. Rokni við at huldan hevur verið eftir henni.”

“Endiliga hava vit fingið okkara barn aftur.” Segði Laura  við tárum í eygunum.

“Hygg her liggur eitt brev frá huldini.” Segði Hanus og las tað í brevinum stóð. Og har stó. Góða Laura takk fyri at tú hevur tikið tær av nínum barnið og takk fyri at tú Laura hevur verið so góð við mína Pjuski. Eg leggi tykkara barn í songina og takið mítt egna aftur. Og tit koma ongantíð at hoyra frá mær aftur, men eg vil fylgja við hvussu lítla Lóa hevur tað, men eg takið hana ikki frá tykkum aftur, tí hon er tykkara barn, og Pjuska er mítt barn.

Laura hugdi spyrjandi at Hanusi, so segði hon: “Hanus heldur tú at vit kunnu stóla uppá hulduna, hvat um hon tekur Lói frá okkum aftur.”

“Laura ver ikki so mistrúgvin sjálvandi kemur hon ikki eftir Lóu aftur,”

Laura og Hanus valdi at trúgva hulduni, tey valdi at trúgva, at hon kom ikki eftir Lóu aftur.

Selma Sandá 31 Januar 2021