Indtil næstu ferð vit møtast

Tá vit missa ein kæran her á fold, so siga vit ofta: Farvæl inntil vit møtast aftur, og tey flestu hava vón um at møta tí mista aftur, tað verður so ikki í hesi verð at vit møtast við teim farnu aftur.

Tá vit standa við eina opna grøv og síggja ein persón sum vit eru góð við blíva søktan niður í moldina, so vita vit væl, at vit aldrin síggja tann kæra aftur her á fold, men so kann tað vera ein uggi fyri tann sum trýr uppá Gud og veit, at tann elskaði er komin heim til Himmals, og at vita at har uppi skal man einaferð síggja viðkomandi aftur. Tá siga vit ofta: Vit møtast aftur í Himlinum ein dag, og tað er ein troyst fyri nógv.

Sjálv havi eg ofta staðið og sæð ein persón sum eg var góð við blíva lagdan til hvíldar, og hvørja ferð so havi eg sagt eitt seinasta farvæl við teirri vón um, at vit einaferð skullu síggjast aftur. Eg veit gott, at tað verður ikki í hesu verð, tí aftur frá deyðanum kemur ongin, men vit sum liva nú skullu einaferð sama veg, nær tað so verður veit bara Várharra. Men tá tann dagurin einaferð kemur, havi eg vón um at síggja øll míni kæru sum fóru undan mær aftur, ja eg vóni at síggja tey aftur í dýrdini, og har at liva saman við teimum í allar ævir.

Tað er nú ikki bara við okkara kæru farnu vit siga: Vit síggjast aftur, nei tað siga vit eisini ofta tá vit møta onkrum sum vit tosa við, so siga vit tá vit skiljast: Vit síggjast aftur, ella kanska bara síggjast.

Eisini tá vit hava verið og vitja fólk, ella onkur hevur verið á gátt hjá okkum, so síga vit eisini vit síggjast. So eg kann bara siga, at hasin ofta so týdningar leysi og lítli setningurin verður ofta havdur á munni, so hann er nokk ikki so týdningarleysur álíkavæl.

Hetta var so bara nakað sum kom fram fyri meg, eitt lítil tanki um lívið sum heild.

 

Selma Sandá 23 September 2019