Besta bygd

Vágsbygd tú mín heimbygd er,

sjálvt um eg ei eri borin í verð her,

her havi eg búð eina tíð so long,

at árini eru blivin so mong.

 

Fimm børn havi eg uppælt her,

í bygdini sum er besta stað í verð,

nú eri eg blivin gomul og grá,

men rósa vágbingum eg má.

 

So stutt er lívið niðri her,

bert eitt bil eru vit í verð,

tá eg fari frá hesari fold,

í Vági blívi eg tá løgd í mold.

 

Úr moldini einglar bera meg heim,

til Himmalsins gleði og gleim

har skal eg búgva til æviga tíð,

Guds fagra Himmali í.

 

Selma Sandá 22 Januar 2021