Frelsaran sjá

Himmalin er mær altíð nær,

tí Harrin Jesus býr har,

oman fyri skýggini blá,

skal eg einaferð Frelsaran sjá,

og evigt búgva honum hjá.

 

Tann dag eg fari foldini frá,

vónandi eg í Guds Himmal tá ná,

har Jesus tekur ímóti mær,

bíðir mær vælkomnan hjá sær,

búgva skal eg eviga tíð uppi har.

 

Alt foldarlív endar ein dag,

mín vinur tonk uppá tað,

hvar endar sál tín tá,

tann dag tú fer herfrá,

mást tú heim til Himmalin ná.

 

Vend tær til Jesus meðan tíð er,

ger tað meðan tú er her í verð,

tá tú er farin foldini frá,

er tað gott at til Himmals ná,

og inn um portrið fara tá.

 

Selma Sandá 21 Januar 2020