Himnanna kong

1.Tá eg ein lítil genta var,

segði mamma fyri mær,

Jesus pápi elskar teg,

gakk tú trygt á hans veg.

2.Árini tey gingið mong,

skjótt eg gloymdi himnanna kong,

í synd eg niður sakk,

mítt hjarta næstan sundur sprakk.

3.Soleiðis gingu nógv ár,

ei eg mintist mammusa tár,

men ein dag eg boygdi mítt knæ,

til himnanna Gud eg bað.

4.Harrin rópti kom til mín,

so verður tín synd hvít sum lín,

kom mítt burtur vilsta barn,

eg skal ríva teg úr satans garn.

5.Nú eri eg altíð glað,

eg lovprísi honum hvønn dag,

takk Gud fái fyri tað,

tú loysti meg frá synd ein dag.

                             S. S.1980