Guds kærleiki størst er

1.Kærleikin yvirvinnur slt,

Eisini tað sum her er fjalt,

Guds kærleiki størst av øllum er,

Gud gloymur ikki okkum niðri her.

2.Falda tínar hændur í bøn til hann,

So hjálpa tær hann kann,

Ongin synd so stór hon er,

At Gud ikki fyrigevur tær.

3.Kalla tú á Frelsaran,

Tína bøn hann hoyra mann,

Tann dag tú fer foldini frá,

Himmalin opin er fyri tær tá.

4.Har skalt tú Frelsaran sjá,

Saman við teim sum fóru tær frá,

Har verður gleði og gleim,

Saman við øllum teim sum komu heim.

Selma Sandá 13 Juli 2022