Tá dagur verður nátt

Lívið kann venda so brátt,

so okkara dagur verður til nátt,

onki kunnu vit gera við tað,

bert takka fyri hvønn ein dag.

 

Ongin hevur lova okkum tað,

eitt lætt lív hvønn einasta dag,

vit mugu taka mót tí ónda og góða,

ja mót øllum lagnan okkum man bjóða.

 

Eg takki fyri hvønn dag eg eri her,

takk Gud fyri tú lat meg liva í verð,

tá eg einaferð verðini skal siga farvæl,

heima í Himlinum eg tá búgva skal.

 

 

Selma Sandá 1 November 2019