Tann gamla tíðin

Vaknaði í morgun við hanagal, men tað var ikki heima í Vági, tí har hoyri eg onki hanagal, nei tað var í aðrari bygd.

At hoyra hanan gala og vekja okkum úr fasta svøvni, fekk meg at minnast aftur á mín barndóm í Porkeri har eg vaks upp fyri so mongum árum síðan.

Uttan fyri okkara hús stóð høsnarhúsið, so hvønn morgun blivu vit vakt við at hanin gól og vakti alt húski. Vit børn løgdu okkum bert á hina liguna, tí sjálvandi tímdu vit ikki upp so tíðliga. Men mamma var altíð uppi við høsninum, eg haldi, at hon fór upp hvønn morgun um seks tíðina.

Tá í tíðini vóru høsn í hvørjum húsi so at siga, tey flestu høvdu eitt høsnarhús standandi við húsini, men onkur hevði høsnini í kjallarinum, ella kanska í einum úthúsi.

Vit góvu høsninum korn og majs at eta, og tað bleiv stroytt út í túnið, so pikkaðu høsnini tað upp. Seinni um dagin fingu høsnini avlop frá døgurðanum og gamalt breyð sum bleiv knuga saman við vatnið. Tá tað byrjaði at myrkna fóru høsnini gorrandi inn í høsnarhúsið og settu seg uppá vaglið, og har sótu tey til hanin vakti tey móti morgni.

Seinni um dagin skuldu vit taka eggini úr reiðrinum og tað var ikki bara at siga tað, tí høsnarhúsið var ikki serliga lekkurt at fara inn í, og best minnist meg luktin í var inni har. Eg haldi meg minnast, at eg helt altíð um nøsina tá eg fór inn í høsnarhúsið, tí lukturin var so ramur, at hann slóg ímóti einum tá man kom inn. Líkamikið hvussu illa tað luktaði inn skuldi eg eftir eggum.

Tað hevði eisini sína sjarmu at síggja høsnini ganga kokkandi um og pikka korn upp úr túninum, tað er ein farin tíð og hon man neyvan fara at koma aftur.

Onkur hevur høsn enn í dag, men tey eru sum oftast stongd inni á einum avmarkaðum øki, helst langt frá har sum fólk býr. Tað hevði nokk ikki blivið gott upptikið um høsnini gingu leys í túninum hjá grannanum og skitið alt út, og fólk í dag eru nokk ikki so glað at blíva vakt tíðliga á morgni av hanagali.

Nú fara vit bara í handilin at keypa egg, tá vit hava brúk fyri teimum, men soleiðis var ikki fyrr í tíðini. Meg minnist onki til at egg vóru at fáa í handlinum, jú fólk lótu ofta egg inn til handlarnar, tað vóru egg sum tey ikki brúktu sjálvi. Men eg minnist so ikki til at egg blivu innflutt, kanska eru egg innflutt í teim størri bygdinum, tað veit eg so ikki.

Hetta eg her skrivi var bert nakað sum kom fram fyri meg tá eg hoyrdi hanan gala, eitt minni um eina farna tíð.

 

Selma Sandá 07 Desember 2019