Gjøgnum fjallið

Vit koyrdu ígjøgnum ein myrkan tunnul í dag, og tað er lætt at fyristilla sær, at ein huldumaður stendur og eygleiður okkum, men nei eg veit gott, at eg tvassi, tí sjálvandi er onki huldufólk har.

Men eg var knapt seytian ár tá tunnul kom millum Kvalba og Tvøroyri, og tað kom mangan fyri at vit kundu standa í tímavís inni í tunnlinum í onkrum bili, og tað dámdi mær onki, tá kundi eg gott fyristilla mær, at huldufólk hildu til har. Men ongantíð sá eg nakað huldufólk i tunnlinum, og tað hopi eg heldur ikki eg komið at síggja.

Nei huldufólkið kann halda seg langt burtur frá mær, eg ynski ikki at síggja tey nakrantíð aftur.

Tað var altíð líka myrkt har eg vaks upp, so ikki undarlugt at man ofta var bangin og unnaðust illa, eina helst at ganga einsamøll heim seint um kvøldi, eg gekk altíð skjótt, og eg má viðganga, at eg ofta skeitti aftur um bak, men eg sá onki fyri myrkrinum. Tað var so ongantíð hin heidni sum lúrdi eftir mær, tá eg fór heim seint um kvøldi, nei tað var heldur tann kristni.

Nei nei eg nevni ongi nøvn, so ongin behøvust at vera bangin fyri hvat eg skrivi.

Nú er so ljóst alla staðna, soleiðis var tað ikki tá eg var ung. Mugu tey ungu í dag seta prís uppá hvussu gott tey hava tað, eg hopi at tey gera tað.

Líka mikið hvussu myrkt tað var úti um kvøldarnar, so gingu vit gentur túr helst inn í Klyvarnar, tað var ikki ein einasta gadelygt sum lýsti inni í Klyvinum, ei heldur var eitt ljósglimt at síggja eftir klokkan 11 um kvøldi, tí tá blivu gøtuljósini sløkt.

Hetta var bert eitt lítið minni sum kom fram fyri meg, nú hvar ein flottur tunnil er komin millum Kvalba og Tvøroyri, ja tað kann ikki saman líknast við tann gamla, og so er hann so ljósur eisini, so har halda ongi huldufólk til.

Selma Sandá 11 Juli 2021