Gud leið meg

Gud tak mína hond og leið meg,

við tína lið so trygt gangi eg,

verð tú við mær alla mína leið,

veit at tín hond mær sleppur ei.

 

Tá sporini so tung gerast mær,

veit eg tú altíð er mær nær,

so trygg eg gangi við tína lið,

tú gevur mær í hjarta tann eviga frið.

 

Í neyðini eg kallaði á teg,

og tú kom inn á mín veg,

tók mína hond og slepti mær ei,

tí trygt eg gangi lívsins leið.

 

Tá lívsins stormar hart leika á,

góði Gud far mær ongantíð frá,

tína vernd tú tá gevi mær,

Gud verð tú mær altíð nær.

 

Halt tað ónda mær langt frá,

lat meg eviga hvíld hjá tær fá,

tá mín sjógvur her niðri rógvin er,

fylg tú tá mær mína seinastu ferð.

Selma Sandá 10 Juni 2020