Skipskeksurnar vóru góðar

Eitt sum meg minnist so gott, tað er tá sluppurnar komu heim, haldi tað var úr Grønlandi tær komu.

Og skipsmennirnir høvdu altíð skipskeks heim við.

Annar mammubeiggin sildi við slupp, og hann gav okkum altíð keks tá hann kom heim. Pápi sildi eisini við slupp og hann hevði eisini skipskeks heim við.

Vit børn vóru sera glað tá vit fingu keksurnar, og eg vil siga at tær smakkaði eisini so gott.

Tá hevði eg góðar tenn og kundi eta skipskeks so nógv sum eg vildi, og eg át eisini keksurnar, tað gjørdu tey flestu børn, sum høvdu ein pápa ella onkran annan í familiuni sum sildi við slupp. Enn fáast skipskeks at keypa úr handlinum, men tær keksurnar eru ikki so spennandi sum tær í skipsmenninir høvdu heim við.

Keksurnar kundu etast uppá ymiskar mátar, man kundi bróta tær niður í mjølk og so súpa tær. Man kundi eisini bloyta keksurnar í vatnið, tað gjørdi eg, legði tær í kalt vatn eina løtu so smakkaði tær so gott at eta, antin við osti ella putisukur uppá.

Eg havi eisini hoyrt onkran siga, at tey bloyttu keksurnar í te vatnið, men tað havi eg so ikki roynt, eg bloytti tær altíð í vatnið undan krananum.

Eg havi eisini hoyrt onkran siga, at hann át keksasteik, men eg veit ikki hvussu hann gjørdi tað, eg skuldi havt spurgt, men tað gjørdi eg so ikki.

Í dag eru so nógv sløg av keksum at fáa í handlinum, so tað er nokk ikki tað sama at eta skipskeks í dag.

Eg kom at tonkja uppá hví keksurnar blivi kallaðar fyri skipskeks, man tað vera tí at skipsmennirnir komu heim við keksunum, nei eg veit ikki , tað var bert ein tanki.

Hetta er bert eitt lítið minni frá barndóminum, eitt minni um eina farna tíð sum ikki kemur aftur.

Selma Sandá 18 Januar 2024