Rokkurin stóð í køkinum

Eitt sum stendur fast í mínum minni frá barndóminum tað er, at rokkurin stóð á køksgólvinum. Ja ein stórur rokkur við einum stórum rundum hjóli stóð á gólvinum inni í køkinum, og ein stórur bonkur var undir hjólinum. Eitt sum meg minnist best, tað er at pabba stóð og spann, tá hann var heima, var hann ikki heima so spann mamma. Eg síggi tey fyri mær standa og vinda tað stóra rokkahjólið runt og runt. Tógvið bleiv vundið uppá eina snældu, haldi tað var soleiðis tey kallaðu tað.

Meg minnist eisini abban í Porkeri standa og spinna, tá var hann gamal og orkaði ikki nógv annað enn at spinna, teirra rokkur stóð eisini í køkinum, og hann líktust okkara rokki.

Tá tógvið var komið uppá snælduna og av henni aftur, so vundu tey tað upp í nugur, ja soleiðus gjørdi tey eg veit um.

Eg skuldi mangan vinda tógvið til nugur og tað tímdi eg illa, helt tað var so tungt at vinda, men vindast skuldi tað.

Øll ullin bleiv ikki spunnin heima, mamma sendi ull til eitt ullavirki sum spann ull, haldi meg minnast, at ullin bleiv send til eitt spinnarí í klaksvík.

Men áðrenn ullin bleiv send til spinnaríðið bleiv hon vaska, nappa og karða.

Mamma segði altíð, at handan ullin var so ring, hon kallaði tað broddur, so tann ullin skuldi spinnast til grovari tógv, sum nokk bleiv bundi til bátsmanns troyggjur, hosur og vøttur til sjómenn. Soleiðis deildi mamma ullina upp, tann ringara ullin skuldi spinnast til grovari tógv, meðan tann betra ullin bleiv spunnin til fínari tógv, sum skuldi bindast til troyggjur og onnur fínari pløgg.

Vit áttu altíð føroyskt tógv, og tað bleiv bundi til okkum børn, og til pabba sum var sjómaður.

Mamma segði altíð, at tann føroyska ullin vermdi nógv betri enn tann útlenska gjørdi, og hon hevði nokk rett í tí.

Sum børn gingu vit í klæðum av tí føroysku ullini, ja vit gingu í tí frá innast til uttast.

Ikki vóru  vit altíð so væl nøgd við at vera ílatin tey føroysku klæðini, tí tey kundu gott skríða illa, men tað nyttaði ikki at mótmæla, tey vermdu gott og tí skuldu vit brúka tey. Eg gekk í bundnum sokkum sum komið langt upp eftir lærinum, og tað var eg illa nøgd við, men har var ongin bøn, tí eg skuldi brúka sokkarnur, tí teir vermdi gott, so segði mamma. Tað passaði nokk eisini tí vetrarnur kundi verða sera kaldur.

Hetta er bert eitt lítið minni frá barndóminum.

Selma Sandá 08 Juli 2023