Konur brúkti næstan altíð hatt ella húgvu

Tá eg var barn og ung brúkti tær vaksnu konurnar altíð hatt ella húgvu, tá tær fóru út.

Eg minnist mammu, og eg síggi hana fyri mær, hvar hon fer heim eftir vegnum í frakka og húgvi á høvdinum, sjálvt um hon bara fór til handils, mamma var ofta til handils, hon keypti ofta fyri báðar systrarnar sum eisini búi í Porkeri.

Mamma brúkti altíð húgvu sjáldan hatt, men eg veit aðrar konur sum altíð brúkti hatt.

Líka mikið hvussu veðrið var so fór mamma ongantíð hattleys út at keypa ella okkurt annað ørindi. Uttan kanska tá hon gekk húsanna millum. Tað var bert eitt tún ímillum har mamma búi, og har sum tvær mostrar hjá mær búi, tá hon fór inn til tær, var hon sum oftast hattleys, ella hevði hon eitt turriklæð á høvdinum.  Turrikløð blivu eisini nógv brúkt, men mest av okkum ungu gentum, vit brúktu turrikløð tá tað var kalt, turriklæð var so moderna tá í tíðini. Eg átti eitt fýrakanta turriklæð og eg legði tað í ein trýkant, so bant eg tað undir øsina tá eg fór út ein kaldan dag, ella eitt kalt kvøld. Hinar genturnar gjørdi tað sama sum eg, vit áttu allar eitt ella kanska tvey turrikløð, og tað hildu vit vera so smart.

Seinni tá eg var vaksin fóru kvinnur at brúka hjelmar, ja soleiðis blivu  tær húgvurnar róptar. Eg minnist at eg átti ein lodnan hjelm, sum var sum ein pelsur, og hann var heitur at vera í, og tað var gott tey køldu vetrar kvøldini. Teirri húgvuna brúkti eg nógv. Minnist ikki hvar eg keypti hjelmin frá, minnist heldur ikki hvat hann kostaði.

Drongir brúktu sum oftast topp húgvu, sum onkur í familiuni hevði bundið til teir. Meðan teir eldru mennirnir brúkti mest koll. Pabba hevði altíð ein koll á høvdinum tá hann fór út. Men innan dura var pabba altíð hattleysur, eisini sjálvt um hann ikki hevði so nógv hár á høvdinum. Tó minnist meg onkrar menn sum brúktu kasjett ella føroyska húgvu, onkur brúkti eisini alphúgvi, men mest bleiv kollurin brúktur.

Smá gentur brúktu sum oftast ein bundnan kísa, meðan smá drongir brúktu bundna húgvu.

Tað kundi gott vera ymist sum brúkt bleiv, sjálvandi var tað tað, fólk eru eisini ymisk. Og tað er bara gott at vit øll ikki eru líka.

Hetta eg skrivi er bert eitt minni sum kom fram fyri meg. Ja minnini eru nógv.

Selma Sandá 24 Februar 2024

Om selmasanda

Eg búgvi í Vági. Mær dámar væl at skriva søgur og annað. Nú royni eg uppá hendan mátan at deila søgurnar við onnur.
Dette indlæg blev udgivet i Uncategorized. Bogmærk permalinket.

Skriv en kommentar