Nú mítt lív móti kvøldi ber

Nú mítt lív móti kvøldi ber,

og sporini gerast mær so tung,

takki fyri at eg enn eri her,

minnini leita til tá eg var ung.

 

Í ungdóminum var alt ljóst og lætt,

sjúka, sorg og sakn tonkti eg ei uppá,

men hygg nú hvussu er statt,

nú ellið og sjúka eru mær hjá.

 

Men takki fyri at eg enn eri her í verð,

og kann lata eyguni upp hvønn dag,

takk Gud fyri at tú hjá mær er,

Takk fyri eg enn kann gerast glað.

 

Selma Sandá 07 August 2019