Ung og gomul frøða seg

Sólin skínir á hvønn fjallatind,

tað er so føgur ein mynd,

bøðurin so grønur er,

hvat er ikki vøkur okkara verð.

 

Ung og gomul frøða seg,

endiliga kom sólin henda veg,

í ánni svimja sílini so glað,

tey njóta eisini lívið henda vakra dag.

 

Eftir vegnum spáka tvey hond í hond,

knýtt tey hava stærk ástarbond,

vónandi verður lagnan teimum altíð blíð,

nú og so alla teirra lívsins tíð.

 

Selma Sandá 06 Juli 2019