Saman við tær

Kom og set teg her hjá mær,

Tú er mær so ómetiliga kær,

Ongan havi eg elska sum teg,

Frá mær far tú ongantíð tín veg.

Kom her í mín favn,

Lat meg teska títt elskaða navn,

Tá eg haldi fast um teg,

Elskaða verð tú góð við meg.

Saman við tær er lívið so gott,

At eg gleðist yvir stórt og smátt,

Saman skullu vit tú og eg,

Í kærleika ganga lívsins veg.

Selma Sandá 14 Mai 2021