10.Bjalla og Malja fiska síl

  1. Partur.

Bjalla og Malja sótu inni í trøllaholuni og tosaðu saman, og Bjalla segði:

“Malja skulu vit ikki fara á Stóravatn og fiska síl, tað kann pápi einki hava ímóti.”

Malja sat tigandi eina løtu, so segði hon:

“Jú lat okkum bara gera tað, men eg má spyrja pápa fyrst, eg má eisini læna tráðuna frá honum. Tú mást nokk eisini spyrja pápa tín um loyvi at fara Bjalla.”

“Ja tað má eg heldur gera, men hann noktar mær ikki tráðuna, tað veit eg, so vit kunnu gott gera okkum klárar at fara.” Segði Bjalla.

Løtu seinni fóru báðar trøllagenturnar við tráðu í hond gangandi niðan móti Stóravatni, og pápi Bjallu rópti aftan á tær:

“Bjalla nú ansa tit tykkum fyri menniskjunum, síggja tit nøkur mannabørn, so syrgi fyri, at tey ikki síggja tykkum, tí tey gera seg bara inn á tykkum. Annars komi eg at vita, hvussu gongst hjá tykkum um eini tveir tímar.”

“Ja, ja pápi vit skulu nokk vera varnar, so tonk ikki meir uppá tað,” segði Bjalla og risti síni trý høvd.

Skjótt vóru tær uppi við tað stóra vatnið, har báðar settust at fiska og tær fingu væl av sílum. Meðan tær soleiðis sita langt burturi í tonkum, hoyrir Malja mannamál. Hon rendi undir Bjallu og segði:

“Bjalla hoyrir tú ikki mannamál? Eg hoyri onkran tosa saman, tey eru langt burtur enn, men tey koma hendan vegin, eri eg bangin fyri.”

Bjalla lurtaði eisini, so segði hon:

“Jú eg hoyri eisini mannamál, og tú hevur rætt Malja, tey koma hendan vegin, hvat skulu vit gera? Vit mugu heldur gera, sum pápi segði og goyma okkum, men hvar Malja?”

Tær reistu seg upp og lótu sílini og tráðurnar blíva liggjandi á kantinum, so skundaðu tær sær niðan ímóti einari høvd, sum var longri uppi, og har settu tær seg niður aftan fyri høvdini og bóðu til at mannabørnini ikki fingu eyga á tær.

“Eru mannabørnini alla staðna? Hvar vit enn fara, so ganga vit okkum beint á tey, hví er tað blivið so Bjalla,” segði Malja uppgevandi.

“Tú hevur rætt Malja, hvar vit enn eru, so eru mannabørnini eisini har. Antin eru tey blivin meira sjónlig, ella eru tað vit, sum eru blivnar meira framførar, eg veit ikki, hvat tað er. Mær dámar einki, at vit ikki kunnu fara í hagan og fiska í Stóravatni, uttan at mannabørnini koma har og gera okkum ónáðir. Tað er, sum vit ikki hava rætt at verða nakra staðna fyri teimum.”

Tað vóru tveir hálvvaksnir drongir við hundi, sum komu til Stóravatn. Teir høvdu verið burturi í haganum og hugt eftir seyði, og nú gingu teir sær ein túr til vatnið.

Tummas og Høgni settu seg niður eina løtu fyri at hvíla seg, tá Høgni gerst varðugur við sílini og tráðurnar, sum liggja við vatnið. Hann hyggur at Tummasi og sigur:

“Hví liggja hasi sílini har, og hatta vóru tvær løgnar tráður, hvør mann eiga sílini og tráðurnar? Eg síggi einki fólk nakra staðna her um vegir.”

Tummas hugdi rundan um seg og segði:

“Nei eg síggi heldur einki fólk, tað var løgið. Man skuldi næstan trúð, at huldufólk høvdu verið her og fiska.”

Báðir drongirnir flentu hart við tankan, men nú lyfti hundurin oyruni uppfrá og snoddaði, og Høgni segði:

“So, so róligur Roy eingin er her, so legg teg bara niður aftur.”

Men hundurin reistist og fór goyggjandi yvir ímóti einari høvd stutt harfrá, hann hvarv aftur um høvdina. Nú hoyrdu teir ein ræðuligan gang haðani, og Tummas segði:

“Hvat er á vási, Roy má hava funnið okkurt aftan fyri høvdina, skulu vit fara og hyggja, hvat tað er, hann hevur funnið? Men í somu løtu sóu teir hundin koma aftur, og hann hevði okkurt í kjaftinum.

Høgni tók lutin frá hundinum og segði undrandi:

“Tað var undarligt, tað líkist einum toypetti av einum hvørjum klædnaplaggi, men tað er grátt, og eg havi aldrin áður sæð so groft toy, so hvat man tað vera?”

Tummas toygdi seg fram at hyggja, so segði hann kløkkur:

“Hatta sær út at vera eitt petti av einum huldukjóla, bara ein hulda ikki goymur seg har. Eg haldi eisini, at hasar tráðurnar síggja løgnar út, hvat heldur tú Høgni?”

Høgni hugdi bilsin at Tummasi, so segði hann:

“Hatta meinar tú ikki Tummas, ein huldukjóla, hvar fert tú hatta frá, tú veitst gott, at huldufólk eru ikki til, so tað kann tað ikki vera, men nú fari eg at hyggja eftir, hvat goymir seg aftan fyri høvdina. Tað kann vera eitt menniskja, sum er skatt og tørvar hjálp, so kom við mær og statt ikki har og bín, sum eitt steinbýtt.”

Tummas reisti seg upp og segði ivandi:

“Ja eg skal koma við tær, men eg veit ikki, um tað er rætt av okkum at fara aftur um hasa høvdina, eg eri bangin fyri, hvat ið goymir seg har.”

Aftan fyri høvdina sótu tvær bangnar trøllagentur og grótu, Bjalla var eisini ill, tí hundurin hevði skrætt eitt stórt petti av kjólanum hjá henni, og nú segði hon:

“Hatta beisti av einum hundi, hvat man mamma fara at siga um kjólan. Malja hygg har koma drongirnir, hvat skulu vit nú gera, mugu teir fara at gera okkum nakað ilt?”

Tá Tummas og Høgni vóru frammi við høvdina, segði Høgni:

“Hvat man goyma seg aftan fyri høvdina, nei nú fari eg at hyggja eftir, kemur tú ikki við Tummas?”

Høgni bíðaði ikki eftir svari, við Tummasi í hølunum fór hann aftur um høvdina og bleiv standandi sum hamskiftur, tí har sótu tvær bangnar trøllagentur og grótu, og nú hoyrdi hann Tummas siga:

“Hvat er hatta Høgni, eg havi ongantíð sæð nakað so ræðuligt áður, sært tú øll høvdini tær hava, og so halin.”

“Ja hatta eru so ikki huldur, sum tú segði, nei eg haldi, at hatta eru tvær tøllagentur, men hvar eru tær komnar frá, og hvat gera tær her? Nei nú skili eg einki, eg visti ikki av, at trøll vóru til.” Segði Høgni.

Nú hoyrdu teir aftur goyggjanina av Roy, og Høgni skundaði sær at siga:

“Nei Roy nú tigur tú, tú skrekkjur lívið úr trøllagentunum, eg haldi, tær síggja so bangnar út. Vit gera tykkum einki, so tit skulu ikki vera bangnar fyri okkum,” tað seinasta segði hann yvir ímóti báðum trøllagentunum, sum enn sótu og ristist.

“Hvar koma tit frá, og eru tað tit, sum hava fiska síl?” Segði Tummas spyrjandi yvir ímóti teimum.

“Ja tað eru vit, sum hava fiska sílini, og vit búgva í einari trøllaholu inni í fjallinum, sum er oman fyri bygdina,” segði Bjalla skelvandi.

“Hvat dekan er tað tit siga, búgva trøll í fjallinum? Væl havi eg hoyrt fólk tosa um, at tey hava sæð trøll, men eg helt, at tað bara vóru skrønur, sum onkur fann uppá fyri at ræða fólk. Tit síggja nú ikki serliga ræðuligar út, eg bleiv bara so kløkkur av at tit hava fleiri høvd, men tit mugu neyvan gera okkum nakað.”

“Nei vit gera tykkum einki, men pápi kemur skjótt, og hann verður altíð so illur, tá hann sær menniskju,” segði Bjalla.

Hon hevði ikki meir enn sagt tað, so hoyrdu tey larm, og tað ljóðaði so ræðuligt, at drongirnir gjødust kløkkir og hugdu rundan um seg. Nú hoyrdu teir aðra trøllagentuna siga:

“Hatta er pápi sum kemur, goymi tykkum ella fangar hann tykkum.”

Hon hevði ikki meir enn sagt tað, so stóð trøllapápin hjá teimum, og tað var ein sjón at síggja, Høgni kendi tað, sum skuldi hann svíma, so bangin bleiv hann, og tað sama var við Tummasi. Teir fingu ikki orðið upp, tí uppi yvir teimum stóð eitt risastórt trøll við fimm høvdum og longum hala. Teir royndu at blunda, men tá teir lótu eyguni upp aftur, var trøllið enn har, og nú hoyrdu teir tað siga við torurødd:

“Hava tit gjørt gentunum nakað, so skulu tit koma at angra tað.”

“Nei pápi teir hava einki gjørt, teir tosaðu enntá pent við okkum,” segði Bjalla.

“Um teir einki hava gjørt, hví er kjólin hjá tær so rivin og skræddur Bjalla mín?” Segði trøllapápin.

“Tað var hundurin, ið gjørdi tað pápi, hann fann okkum, áðrenn drongirnir funnu okkum. Hann beit í kjólan hjá mær og hálaði so hart, at hann skrædnaði. Drongirnir kunnu einki gera við tað, tú mást ikki gera teimum nakað pápi,” segði Bjalla biðjandi.

Trøllapápin stóð tigandi eina løtu og hugdi at gentunum, so segði hann:

“Tað er í lagi meðni, eg skal einki gera teimum, men nú fara vit heim, og vit taka sílini og tráðurnar heim við okkum, komið so gentur.”

Løtu seinni sóu drongirnir trøllapápan fara sín veg við báðum trøllagentunum í hølunum, hann bar bæði tráðurnar og sílini. Skjótt hvurvu tey úr eygsjón, og eftir stóðu tveir drongir, sum ikki vistu, hvat teir skuldu trúgva, og Høgni segði:

“Hava vit droymt alt Tummas, klíp meg so eg vakni, tí vit mugu sova. Tað kann ikki bera til, at vit hava sæð trý trøll, nei tað fái eg meg illa at trúgva.”

“So hvat er hatta, tú hevur í hondini Høgni? Nei einki svevur tú, og væl hava vit sæð trøllini, og tú stendur við einum petti av kjólanum hjá aðrari trøllagentuni í hondini,” Segði Tummas og tók í kjólapetti.

Seinni heima í trøllaholuni sótu Bjalla og Malja og tosaðu saman, og Bjalla segði:

“Tað var gott, at mamma ikki bleiv ill um kjólan, hon segði, at eg kundi ikki gera við tað.”

“Heldur tú ikki, at hasir báðir drongirnir vóru fittir Bjalla?” segði Malja.

“Jú Malja hasir vóru sera fittir, og tað er fyrstu ferð at nøkur mannabørn hava tosað rættuliga við okkum,” segði Bjalla droymandi.

 

Selma Sandá