Liv í friði

Vit føðast inn í hesa verð,

ójavnt er hvussu longi vit verða her,

summi eitt langt lív fáa,

meðan onnur ei ellina náa.

 

Lívið altíð ein gáva er,

Gud gav okkum loyvi at liva her,

verð tú takksom fyri tað,

takka fyri lívið hvønn ein dag.

 

Verð ímóti tínum næsta vinarlig,

hav við næsta tín altíð frið,

øll hava sama rætt at liva her,

so liv í friði í okkara verð.

 

Selma Sandá 19 Juni 2020